Fólkapensjónin skal ikki skerjast

? Tit sleppa ikki so lætt, at tit kunnu gera Kristian Magnussen til syndabukk. Veruleikin er, at sambandsflokkurin, sjálvstýrisflokkurin og verkamannafylkingin í samgongu hava selt sína politisku sál til fólkaflokkin, segði Vilhelm Johannesen m.a. undir fíggjarlógarviðgerðini:

Við tað at eg umboð javnaðarflokkin í trivnaðarnevndini, har almanna- og heilsumál, arbeiðsmarknaðarmál og umhvørvismál, vanliga verða viðgjørd, skal eg halda meg til teir partarnar av fíggjarlógaruppskotinum, sum viðvíkja hesum málsøkjum. Tað vil siga, at eg í stóran mun ætli at halda meg til grein 8: Almannamál, heilsumál o.a.

Eftir uppskotinum verður samlaða rakstrarjáttanin til heilsumál, almannamál og annað, herundir arbeiðsmarknaðarmál, 1 millard 262 milliónir og 581 túsund krónur. Til sammetingar kann verða nevnt, at á seinasta fíggjarlógaruppskotinum var samlaða játtanin sett til 1 milliard 172 milliónir og 205 túsund krónur. Tá broytingaruppskot frá fíggjarnevndini og eykajáttanir í árinum verða lagdar afturat uppskotnu upphæddini fyri 1997, er talan um eina hækking uppá 41 milliónir krónur, ið mun til játtanina í verandi fíggjarári. Av samlaðu játtanini fáa almannamálini slakar 886,5 milliónir og heilsumálini stívliga 360,2 milliónir krónur. Skotið verður upp at játta 17,4 milliónir krónur til íløgur í 1998 ímóti sløkum 11,5 milliónum í 1997. Av uppskotnu játtanini til íløgur fara 12,4 milliónir til heilsuverkið og 5 milliónir til almannaverkið.


Økja um almenna

yvirbygnaðin

Tá vit kanna fíggjarlógaruppskotið sum heild, síggja vit, at landsstýrið á summum økjum sýnir tað gávumilda lyndið. Til dømis kunnu vit staðfesta, at játtanin til tey ymisku aðalstýrini undir landsstýrinum, eftir hesum uppskotinum fáa millum 18 og 19 milliónir krónur meira enn í 1997. Hetta eru játtanir til tann almenna yvirbygningin, sum sambandsflokkurin og fólkaflokkurin til hvørt einasta løgtingsval hava gramt seg um, og hava sagt vera alt alt ov stóran. Hetta er ein partur av prísinum fyri bygnaðarbroytingarnar í landsumsitingini, sum javnaðarflokkurin ikki kundi góðtaka við tí úrsliti, at flokkurin fór úr samgonguni. Men har var kortini ongin neyð, tí fólkaflokkurin fór glaðbeintur upp í samgonguna, og varð sostatt við at bjarga risavøkstrinum í almenna yvirbygnaðinum.

Úrslitið er, at talið av starvsfólkum í almennu umsitingini økist við rúkandi ferð. At fleiri bygningar verða keyptir at hýsa teimum sonevndu aðalstýrunum. At vit hava fingið fleiri løg av almennum stjórum. Umframt vanligar stjórar hava vit bæði aðalstjórar og deildarstjórar. Landsstýrið og samgongan halda seg hava ráð til alt hetta. Hóast tað, at inntøkurnar hjá landskassanum, frá 1996 til 1998 verða øktar við 400 milliónum krónum, sum svarar til 17 prosent, so verður avlopið á fíggjarlógini fyri 1998 bert mett til 18 milliónir krónur. Og tá tað snýr seg um viðlíkahald og íløgur á sjúkrahúsverkinum er talan ber um heilt lítlar upphæddir. Játtanin til fólkapensión verður enntá lækkað við 12 milliónum krónum í mun til játtanina í 1997.


Illa statt við

Klaksvíkar

Sjúkrahúsi

Taka vit tey trý sjúkrahúsini, so er støðan tann, at á Suðuroyar Sjúkrahúsi er ein nýbygging farin fram tey seinastu árini og í tí sambandinum eru teir gomlu bygningarnir bæði umbygdir og umvældir. Á uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár verður skotið upp at játta 2,4 milliónir til íløgur og 1 millión krónur til viðlíkahald á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Við hesum er tørvurin á játtaninum til ávikavist viðlíkahald og íløgur helst nøktaður nógv ár fram í tíðina. Men verri er við hinum báðum sjúkrahúsunum og viðvíkjandi Klaksvíkar Sjúkrahúsi er støðan beinleiðis hættislig. Har er ongin króna sett av til íløgur á hesum sinni heldur, meðan einans 190 túsund krónur verða kostnar upp at nýta til leigu, viðlíkahald og skatt. T.v.s. at viðlíkahaldsútreiðslurnar skulu greiðast við einum parti av 190.000 kr. Hetta nøktar ikki so mikið sum ein part av tørvinum.

Meðan eg tosi um heilsumál, skal eisini verða sagt, at eftir okkara tykki, so eiga vit, so skjótt sum gjørligt, at endurskoða alla kommunulæknaskipanina, m.a. við atliti til, um talið av kommunulæknin er nøktandi í teimum 11 læknadømunum, sum vit hava í Føroyum. Eg veit, at bæði Norðoya læknadømi og Suðurstreymoyar læknadømi hava tørv á fleiri kommunulæknum. Tað sama er møguliga galdandi í øðrum læknadømum við. Í seinastu tingsetu samtykti løgtingið ávísar broytingar í sjúkrakassalógini. Størstu broytingarnar vóru, at C-limaskapurin varð strikaður, og at fólk nú sjálv kunnu velja antin tey vilja vera A ella B limir í sjúkrakøssunum. Vit eiga nú at umhugsa, um vit skulu sleppa gomlu sjúkrakassaskipanini, og fara yvir til skipanina við eini almennari sjúkratrygging, soleiðis sum okkara grannalond longu hava gjørt.


Fólkapensjónin skal

ikki lækkast

Á almannaøkinum verður skotið upp at seta 5 milliónir krónur av til íløgur. Hetta er heldur ikki nógv, tá hugsað verður um tann stóra tørvin á røktarheimsplássum, ellisheimspláss-um og eldrasambýlum, sum er kring alt landið. Bíðirøðirnar til slík heim og sambýlir eru ótrúliga langar. Her er talan um ein bráðneyðugan tørv á íløgum. Í hesum sambandi vil eg leggja dent á og undirstrika, at heimarøktin virkar væl og helst betur enn fyrr, nú aftan á at heimahjálpin og heimasjúkrasystraskipanin eru samanlagdar. Lógin um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, sum í síni tíð varð samtykt eftir uppskoti frá javnaðarflokkinum, virkaði ikki nóg væl í nøkur ár. Hetta gjørdi eg vart við tá fíggjarlógin fyri 1996 var til umrøðu her á tingi. Eisini havi eg sett landsstýrismanninum í almannamálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi. Gangi út frá og vóni at henda skipan nú virkar eftir ætlan.

Sum eg fyrr havi nevnt, verður játtanin til fólkapensión sambært uppskotinum hjá landsstýrinum skerd við 12 milliónum krónum, í mun til játtanina í verandi fíggjarári. Hetta hongur saman við fráboðanini hjá landsstýrismanninum í almannamálum um, at hann um stutta tíð fer at leggja uppskot fyri tingið um at broyta fólkapensiónslógina, soleiðis at støðis-upphæddin ella grundupphæddin í fólkapensiónini, sum higartil hevur verið ein rættur hjá øllum, verður skerd heilt niður í helvt í summum førum. Bæði eg sjálvur og onnur talsfólk fyri javnaðarflokkin hava gjørt vart við, at javnaðarflokkurin undir ongum umstøðum tekur undir við slíkari broyting í fólkapensiónslógini. Til síðsta blóðsdropa vil javnaðar-flokkurin stríðast ímóti at eitt tílíkt uppskot vinnur frama á Føroya Løgtingi. Javnaðarflokkurin heldur fas við, at støðisupphæddin ella grundupphæddin í fólkapensiónini, eins og higartil, skal vera ein mannarættur hjá øllum pensionistum.


Trýstu pensiónina

ígjøgnum í 1958

Harra formaður! Tað var longu í 1931, at javnaðarflokkurin á fyrsta sinni legði uppskot fram á ting um fólkaeftirløn, men tann dagin gekk tað júst, sum tað gekst hin minniliga dagin, tá Heródus og Pilatus gjørdust vinmenn. Arvafíggindarnir, sambandsflokkurin og sjálvstýrisflokkurin funnu tá hvønn annan, og samdust um at fella uppskotið frá javnaðarflokkinum. Men flokkurin gavst ikki á hondum. Hildið varð fram við at skjóta upp fyri tinginum, at vit føroyingar skuldu hava eina fólkaeftirløn. Og í valskeiðnum frá 1954 til 1958, legði javnaðarflokkurin uppskotið um fólkapensión fram eina ferð um árið. Eftir sigursvalið í 1958, setti javnaðarflokkur tað sum eina avgjørda og ófrávíkiliga treyt, fyri at gera samgongu við sambandsflokkin og sjálvstýrisflokkin, at lógirnar um fólka-, avlamis- og einkjupensión og lógirnar um almenna forsorg og barnaforsorg skuldu setast í gildi í Føroyum. Tað var ein stórur dagur fyri javnaðarflokkin, og tey gomlu í Føroyum, tá hetta hjartamál floksins loksins vann frama á Føroya Løgtingi í 1959.


Kristian Magnussen

syndabukkur?

Men gamalt er, at søgan endurtekur seg og sambært fíggjarlógaruppskotinum, sum Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vegna landsstýrið hevur lagt fram, verður játtanin til fólkapensión skerd við 12 milliónum krónum. Tað er út frá hesum, at Kristian Magnussen, landsstýrismaður í almannamálum, hevur boðað frá, at hann kemur við uppskoti um at broyta fólkapensiónslógina soleiðis, at støðisupphæddin í fólkapensiónini verður skerd og í summum førum kann talan verða um ein niðurskurð uppá heili 50 prosent. Sum sagt tekur javnaðarflokkurin undir ongum umstøðum undir við slíkum uppskoti. Hinvegin er tað heilt burturvið, at Kristian Magnussen, landsstýrismaður í almannamál-um, einsamallur verður gjørdur til syndabukk í hesum máli. Men hetta verður áhaldandi gjørt. Bæði Dimmalætting í oddagrein seinasta hósdag og framsøgumaður sambandsfloksins í gjár royna at tváa sínar hendur og geva landsstýrismanninum í almannamálum alla skuldina. Tað sama gjørdi framsøgumaðurin hjá sjálvstýrisflokkinum.


Selt politisku sálina

til fólkaflokkin

Men so lætt sleppa tit ikki. Tit sleppa ikki at doyggja í syndini. Veruleikin er nevniliga tann, at bæði sambandsflokkurin, sjálvstýrisflokkurin og verkamannafylkingin í samgongu í hesum máli hava selt sína politisku sál til fólkaflokkin og Óla Breckmann. Í samgonguskjalinum, sum allir fýra samgonguflokkarnir hava undirskrivað, eru orðingar um, at tann almenni eftirlønarpolitikkurin hjá landsstýrinum og samgonguni skal verða tann sami, sum eftirlønarpolitikkurin hjá fólkaflokkinum og Óla Breckmann. Hetta hava tit bundið tykkum til at gera. Hetta var prísurin, sum Edmund Joensen, løgmaður, sambandslfokkurin og restin av tí upprunaligu samgonguni frá 1994, varð noydd at gjalda, fyri at fáa fólkaflokkin at taka um endan, tá javnaðarflokkurin ikki vildi taka undir við teim ovurhonds dýru bygnaðarbroytingunum hjá danska embætismanninum, Finn Norman Christensen.

Harra formaður! At enda skal eg gera vart við, at vit skriva søgu hesar dagarnar uppskotið til fíggjarløgtingslóg fyri 1998 fær 1. viðgerð á tingi, tí eg rokni við, at hetta er fyrstu ferð í tí nærum 50 ára longu søguni hjá heimastýrislógini, at ein fíggjarlógarviðgerð fer fram, uttan at stjórnarleiðarin ? Føroya Løgmaður ? er til staðar. Og neyvan er nakað líknandi komið fyri í nøkrum øðrum landi. Men her á landi hava vit nú vant okkum við at alt kann henda. Tí eru tingmenn yvirhøvur als ikki skelkaðir av, at løgmaður heldur seg burtur hesar dagarnar.

Takk fyri, harra formaður!