Fólkapensjónin skerjast - pensjónsuppsparing í staðin

Landsstýrið ætlar at inntøkujavna fólkapensjónina

Búskaparliga virksemið í Føroyum er vaksið støðugt síðani 1994, sigur fíggjarmálaráðharrin, Anfinn Kallsberg í fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997.

Fiskiveiðan er økt munandi síðan 1993. Lønargjaldingarnar eru nú 18% hægri enn tær vóru í 1994, men eru tó 20% lægri enn tær vóru í 1989. Skatta- og avgjaldsinntøkurnar eru eisini øktar, so hvørt sum virksemið er vaksið. Samanumtikið kann sigast, at tann partyurin av búskaparligu afturgongdini, sum stavaði frá fiskaloysi og svartskygni, sum heild er afturvunnin.

Nú toska- og hýsustovnarnir eru komnir fyri seg, sæst ein greiðari mynd av, hvussu stórt tað tilfeingi og tann fíggjarorka er, sum føroyska samfelagið hevur at liva av.

Hetta valskeiðið er nú so langt liðið, at landstýrið í mesta lagi kann verða sitandi í eitt hálvt ár aftan á at hetta fíggjarlógaruppskot fer samtykt. Vanliga hevur nógv verið gjarað út í seinastu fíggjarlógini fyri val.

? Men soleiðis verður ikki hesaferð, lovar Anfinn Kallsberg í fíggjarlógaruppskotinum.

? Landsstýrið ætlar sær at vera loyalt móti komandi landsstýrissamongu og ætlar at lata landsins fíggjarviðurskifti yvir til kolmandi landsstýrissamgongu í so góðum standi, sum tað nú einaferð ber til aftan á tey bakkøst, ið hesum landi hevur verið fyri, sigur hann.

Anfinn Kallsberg sigur, at henda samgonga setti sær fyri at gera sparingar á teimum lógarbundnu útreiðslunum.

Fólkatalsframskrivingar vísa, at talið av pensiónistum veksur 40% yvir næstu 20 árini. Útrokningar vísa, at útreiðslurnar til pensiónir, eldrarøkt og eldrasjúkrarøkt vaksa við meir enn 200 mió krónurm í sama tíðarskeiði, roknað í føstum prísum. Hinvegin veksur talið á teimum, sum eru í vinnuførum aldri bert í lítlan mun.

? Tað er sostatt ikki gjørligt í longdini at fíggja pensiónsúrtreiðslurnar við skatti, heldur Anfinn Kallsberg.

Tað verður tí neyðugt bæði at inntøkujavna fólkapensiónina hjá teimum sum hava góða inntøku frammanundan, samstundis sum farið verður undir at gera pensiónsskipanir, har øll seta pening av til pensiónsuppsparing. Skal henda pensión muna nakað um 10 ár, er alneyðugt at byrja verður sum skjótast.

Landsstýrið fer tí at seta fram uppskot, ið inntøkujavnar fólkapensiónina hjá teimum, ið hava eina munandi pensión frammanundan. Harumframt verður settur arbeiðsbólkur at fyrireika nýggja pensiónsuppsparingarskipan.

Í tí tíð hendan samgongan hevur eftir, fer landsstýrið at halda fram við arbeiðinum at finna økið, har lógarbroytingar kunnu gerast við tí fyri eyga at minka um lógarbundnu útreiðslurnar.