Fólkarættur og suverenitetur skulu virðast

- Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, hevur ikki heimild at samráðast vegna Grønland og Danmark, sigur Mette Frederiksen

 

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, sigur við DR, at Nato-aðalskrivarin, Mark Ruttu, hevur ikki heimild at samráðast vegna Grønland og Danmark.

 

Útsøgnin hjá Mette Frederiksen kemur í kjalarvørrinum av, at amerikanski forsetin, Donald Trump og Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, í gjár søgdu seg hava gjørt eina rammuavtalu um Grønland og Arktis.

 

Hetta hendi í sveisiska býnum, Davos, har ríkisleiðarar og vinnulívsleiðarar úr øllum heiminum eru á ársfundi í World Economic Forum.

 

- Vit fara sjálvandi ikki at geva frá okkum suverenitet, og Grønland er ein partur av danska kongaríkinum, leggur danski forsætisráðharrin dent á.

 

Mette Frederiksen sigur í morgun, at Nato frameftir fer at hava eina varandi hjáveru í Arktis.

 

- Vit skulu finna eina loysn, sum virðir fólkarættin og suverenitetin, sigur hon og leggur aftrat, at politiskar spælireglur skulu fylgjast, sum hon tekur til.