Fólkatingsvalið verður 15. september

– Tað er einki tekin um, at Helle Thorning-Schmidt fer at skunda sær at skriva út val

– Tað er einki tekin um, at Helle Thorning-Schmidt fer at skunda sær at skriva út val

 

Tað heldur Zakarias Wang, samfelagsfrøðingur, sum ætlar sær at stilla upp til komandi fólkatingsval.

 

Tá vit spyrja hann, um hann ikki hevur skund at fáa neyðugu undirskriftirnar frá teimum 150 stillarunum – tí at fólkatingsval kann útskrivast nær sum helst, so er hann púra róligur.

 

– Eg havi hugt í kalendaran. Og har sá eg, at 15. september er ein týsdagur.

 

Hóast tað neyvan er lógarfest, so verða fólkatingsval altíð hildin týsdag. Fólkatingið fer í summarfrí grundlógardagin 5. juni og fer ikki til arbeiðis aftur fyrr enn fyrsta týsdag í oktober. Tá er í øllum førum eitt nýtt fólkating, tí tá hevur fólkatingsvalið í øllum førum verið.

 

Zakarias Wang ivast ikki.

 

– Hví skal Helle Thorning-Schmidt skriva út val fyri tíðina? Tað er einki, sum bendir á, at hon fer at endurvinna valdið í Danmark, og skrivar hon út val, so merkir tað bara, at hon skal frá sum forsætisráðharri, áðrenn hon nýtist at fara frá.

 

Hann vísir á, at hon hevur eisini tosað um, hvat hon skal gera 4. fjórða mai, sum er 70 ára dagurin fyri at Danmark vann frælsið aftur frá Týsklandi eftir kríggið.

 

– Mítt boð er tí, at hon situr valskeiði á tamb og skrivar val út at verða 15. september, sigur Zakarias Wang.

 

Um so verður, at Zakarias Wang fær rætt, so verður tað fyrstu ferð í tey 166 árini, at fólkaræði hevur verið í Danmark – og val hevur verið til Fólkatingið – at eitt fólkting situr alt valskeiðið á tamb. Í Føroyum var tað vanligt í mong ár, at tingið sat alt valskeiði.

 

Tey 20 árini frá 1946 til 1966 vóru øll løgtingsvalini hildin 8. november. Í 1970 var 8. november ein sunnudag, og tað er ikki lógligt at halda løgtingsval, tí var valið tá hildið 7. november. Tað vóru eisini næstu valini í 1974 og 1978. Men í 1980 var val í ótíð, og tá var 8. november aftur valdur til valdag – og tað var hann eisini í 1984 og í 1988. Í 1990 var aftur val í ótíð, og tá var 17. november valdur til valdag. Síðani 1990 hava bara tvey løgting sitið alt valskeiðið. Frá 1998-02 og frá 2004-08. Í 2008 fall valdaðurin 20. januar aftur á ein sunnudag, og tí varð valið hildið seinasta dagin tað kundi haldast, 19. januar.

 

Niðanfyri sæst, nær fólkatingsval hava verið hildin:

 

1849

1852

26. februar 1853

27. maj 1853

1854

1855

1858

1861

1864

1865

4. juni 1866

12. oktober 1866

1869

1872

1873

1876

1879

24. maj 1881

26. juli 1881

1884

1887

1890

1892

1895

1898

1901

1903

1906

1909

1910

1913 20. maj

1918 22. april

1920 26. april

1920 6. juli

1920 21. september

1924 11. april

1926 2. december

1929 24. april

1932 16. november

1935 22. oktober

1939 3. april

1943 23. marts

1945 30. oktober

1947 28. oktober

1950 5. september

1953 21. april

1953 22. september

1957 14. maj

1960 15. november

1964 22. september

1966 22. november

1968 23. januar

1971 21. september

1973 4. december

1975 9. januar

1977 15. februar

1979 23. oktober

1981 8. december

1984 10. januar

1987 8. september

1988 10. maj

1990 12. december

1994 21. september

1998 11. marts

2001 20. november

2005 8. februar

2007 13. november

2011 15. september