Fólkavøkstur gevur avbjóðingar í Vági

Í fíggjarætlanini fyri 2022 hevur býráðið sett pening av til at betra um hølisviðurskiftini í skúlanum og til at betra um ferðslutrygdina við Vágs skúla.

Gongdin við fólkavøkstri í Vágs kommunu hevur sínar avbjóðingar við sær.

 

Í gjár hoyrdu vit, at vágbingar ætla sær at útbyggja barnagarðin, og í dag frætta vit, at ábøtur skulu gerast í Vágs skúla.

 

- Ábøtur skulu gerast á hølisviðurskiftini, so skúlin skal kunna taka ímóti veksandi talinum av næmingum, siga tey í kommununi.

 

Í dag húsar Vágs skúli næmingum úr 1. flokki til 10. flokk, serbreyt, musikkskúla, barnagarðsstovuni Sóljuni og FabLab.

 

- Øll hesi tilboð krevja sítt pláss í skúlanum. Vit í býráðnum ynskja, at, at næmingarnir trívast og hava bestu umstøður at læra í.

 

Tað sigur Levi Mørk, formaður í barna-og ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu.

 

Umframt, at hølisviðurskiftini verða betri, er ætlanin eisini at skifta undirlagið á spæliplássinum við skúlan og annars arbeiða víðari við at skipa komandi forskúlatilboð í skúlanum.

 

Ætlanin er eisini at betra ferðslutrygdin við Vágs skúla.

 

- Í fíggjarætlanini eru pengar settir av til at gera fleiri parkeringspláss við skúlan. Pengar eru eisini settir av til at gera ein busslumma, so børn trygd kunnu fara í og úr bussinum, sum steðgar uttan fyri Vágs skúla, sigur Levi Mørk, býráðslimur.