Fólkavøksturin trífaldaður – nú búgva 55.726 fólk í Føroyum

Føroyar hava fingið 769 fleiri íbúgvar eftir einum ári. Serliga størri tilflyting og minni fráflyting hava sett ferð á fólkavøksturin.

Tann 1. august búðu 55.726 fólk í Føroyum. Tað eru 769 fleiri enn somu tíð í fjør, og svarar til ein vøkstur á 1,4 prosent.

 

Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya.

 

Eftir góð tvey ár við lutfalsliga lítlum fólkavøkstri er ferð komin á aftur. Undanfarnu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 253 fólkum. Vøksturin seinasta árið er sostatt góðar tríggjar ferðir so stórur.

 

Størsta broytingin er í flytingunum millum Føroyar og útlond. Fleiri eru flutt til Føroya, samstundis sum færri eru flutt av landinum.

 

Nettoflytingin – munurin millum tilflyting og fráflyting – var 563 fólk seinasta árið. Undanfarna árið var hon 98 fólk. Nettoflytingin stendur sostatt fyri umleið 73 prosentum av samlaða fólkavøkstrinum.

 

Sambært Hagstovuni minkaði fráflytingin mest millum danskar, pólskar og rumenskar ríkisborgarar. Tilflytingin vaks mest millum asiatiskar ríkisborgarar.

 

Hin parturin av fólkavøkstrinum stavar frá burðaravlopinum, sum er munurin millum fødd og deyð. Tað var 206 fólk seinasta árið.

 

41 fleiri børn vórðu fødd enn undanfarnu tólv mánaðirnar, tá ið føðitalið var lutfalsliga lágt.

 

Fólkavøksturin er tó ójavnt býttur kring landið. Í 17 kommunum vaks fólkatalið, í sjey minkaði tað, og í fimm var tað óbroytt.

 

Størsti parturin av vøkstrinum var í Tórshavnar kommunu, har góð 40 prosent av fólkinum í Føroyum búgva. Eisini Runavíkar, Klaksvíkar, Sjóvar, Nes og Eysturkommuna høvdu stóran vøkstur.

 

Tvøroyrar kommuna hevði hinvegin størstu afturgongdina. Har minkaði fólkatalið mest á Tvøroyri og í Ørðavíkslíð.

 

Hóast fleiri børn vórðu fødd í samlaða tólv mánaða tíðarskeiðnum, vísir mánaðarliga rákið hjá Hagstovuni, at føðitalið hevur verið nakað minkandi síðan heystið 2025. Samstundis hevur deyðatalið verið eitt sindur vaksandi.

 

Hagstovan tekur tó fyrivarni fyri rákinum teir seinastu seks mánaðirnar, tí dátugrundarlagið enn ikki er fullfíggjað.

 

Kelda: Hagstova Føroya