Ein 36 ára gamal maður úr Florida er undir álopinum á amerikansku kongressina avmyndaður á veg avstað við einum talarastóli, hann júst hevði stolið.
Talarastólin átti forkvinnan í Umboðsmannatinginum, demokraturin Nancy Pelosi.
Adam Christian Johnson var gjáranáttina okkara tíð handtikin eftir boðum frá samveldismyndugleikunum. Tað upplýsir løgmálaráðið í USA.
Hann er millum tey trý handtiknu, verður sagt.
Tann kendasti av teimum trimum er Jacob Anthony Chansley. Hann er eisini kendur sum Jake Angeli ella QAnon-shamanen – nevndur eftir eini rørslu av konspiratiónsteoretikarum.
– Chansley er tikin í varðhald í dag, verður sagt úr løgmálaráðnum. Hann er skuldsettur fyri ólógliga og harðliga innrás í kongressinbygningin í USA.
##med2##
Hann var mikudagin við til álopið á Kongressina í berum yvirkroppi, ílatin skinnhúgvu við hornum, andlitið málað í litum amerikanska flagsins og við spjóti í hond. Fimm fólk doyðu undir álopinum, teirra millum ein løgreglumaður.
Eftir álopið mikudagin á The Capitol, sum hýsir báðum kømrunum í Kongressini, hevur amerikanska samveldisløgreglan (FBI) biðið borgarar í USA um hjálp til at eyðmerkja álopsfólkið.
Tað vóru høgravíðgongd viðhaldsfólk hjá Donald Trump. Forsetin hevði stutt frammanundan í eini røðu framman fyri Hvítu Húsunum heitt á tey um at mótmæla við kongressbygningin.
Tað eru hópin av mobilupptøkum av teimum mongu, sum trokaðu seg inn í bygningin, har løgreglan í øllum rokinum ikki megnaði at standa ímóti. Tað var, meðan Kongressin var í ferð við at góðtaka, at demokraturin Joe Biden verður næsti forseti í USA.
Trump heldur uppá – uttan prógv – at valsvik er orsøkin til, at Biden vann.
Tann 36 ára gamli Johnson er kendur aftur sum maðurin, sum stjól talarastólin hjá Pelosi. Bæði á sosialu miðlunum og av lítla blaðnum Bradenton Herald. Hann er úr bygdini Parrish sunnan fyri Tampa í Florida.
Har býr hann saman við konu og fimm børnum, upplýsir blaðið. Hann arbeiðir sum møblasnikkari.
Ein myndamaður í Bradenton, Allen Mastel, sigur, at FBI hevði kontaktað seg um tann 36 ára gamla. Hann lýsir Johnson sum ein persón við »víðgongdum høgrasinnaðum sjónarmiðum«.
Bradenton Herald skrivar, at Johnson kann vænta sær upp til 10 ára fongsul fyri stuldur og ólógliga innrás inn í Kongressina.
Hann situr nú í fongsli í Pinella County í Florida. Hann kann ikki latast leysur ímóti loysigjaldi.
/ritzau/