Fongslaður í tríggjar mánaðar

.

Tað kostaði einum 36 ára gomlum manni tríggjar mánaðar í spjellinum at innflyta og selja hash í Havn. Hendan dómin fekk hann í Føroya Rætti í gjár.

Ein slík revsing verður vanliga givin fyri upphæddir upp á eini 300 - 400 gram.

Rættarfundurin var afturlatin, og ákærin hevur ikki hug at upplýsa meira um sakina, fyrr enn hon er endaliga avgreidd.

Tann 36 ára gamli maðurin hevur biðið um tíð at umhugsa dómin.