Føroya Rættur gjørdi í gjár av at leingja varðhaldsfongslingina í enn fýra vikur. Higartil hevur maðurin sitið varð haldsfongslaður í tveir mánaðir.
Orsøkin til at varðhaldsfongslingin varð longd er, at løgreglan vildi fyribyrgja, at maðurin skal kunna ávirka vitni í málinum. Eisini vilja teir hava mentalkanningin avgreiddi, áðrenn maðurin verður latin leysur.