USA fer ikki at forða Ísrael at bumba kjarnorkuútbúnaðin í Iran Ger ísraelska stjórnin av at bumba kjarnorkuútbúnaðin í Iran fyri at beina fyri kjarnorkuvápnahóttanini haðani, fer USA ikki at forða ísraelsmonnum at fullføra álopið. Tað sigur amerikanski varaforsetin, Joe Biden.
Í samrøðu við sjónvarpið ABC sigur Biden, at USA kann ikki áleggja einum sjálvstøðugum landi, hvat tað skal gera ella ikki. Hann legði tó dent á, at Barack Obama, forseti, hevur givið Iran tilboð um tingingar, og at tað tilboðið stendur við.
Iran sigur, at landið ætlar sær at brúka kjarnorkuna til friðarlig endamál, men hesum hevur Ísrael ikki álit á. Ísraelska stjórnin hevur sagt, at vil Iran ikki samráðast, fer Ísrael at taka málið í egnar hendur.