Fór í luftina – fyri aðru ferð

Fyri nøkrum árum síðani fór eldrasambýli á Tvøroyri í luftina í stormi. Og í kvøld er húsið, sum er bygt á grundina, eisini farið í luftina

Heldur ikki tey á Tvøroyri eru sloppin snikkaleys undan óveðrinum í kvøld.


Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari á Tvøroyri, sigur, at tey hava fingið fleiri fráboðanir um skaðar.

 

Men sum heild hava skaðarnir ikki verið so umfatandi

 

Men tann eini skaðin var rættiliga stórur.

 

Fyri nøkrum árum síðani fór eldrasambýlið á Tvøroyri bókstaviliga í luftina.

 

Síðani eru nýggj hús bygd á grundina.

 

Men í storminum í kvøld fóru eisini tey nýggju húsini rættiliga illa.

 

Oddur Dimon sigur, at skaðin og stórur og sløkkiliðið hevur havt eitt stórt arbeiði at tryggja plátur og annað leyst, sum er farið í bøin, fyri at tað ikki skal fúka og elva til størri skaða.

 

Myndina av Tvøroyri í góðveðri, hevur Eileen Sandá tikið