- Forðingin fyri javnstøðu liggur hjá kvinnuni sjálvari

- Fleiri siga við meg, at eg havi nógv mannlig eyðkenni. Tað er rætt á summum økjum og heilt burtur við á øðrum økjum. Kvinnur í leiðandi starvi hava lættari við at fara inn í samanbrestir og uppgerðir, og tað himprist eg heldur ikki við, tí ein uppgerð kann slóða fyri, at ein prosess fer víðari. Tað er kanska kvinnuligt, tí menn hava ofta ilt við at taka eina uppgerð, sigur Elsa Maria H. Olsen.

Hon er ikki ein av teimum kvinnunum, sum heldur, at javnstøðulógin er eitt vælsignilsi, og prátið um javnstøðu hevur hon ilt við at taka í álvara. Hinvegin er hon av teirri sannføring, at kvinnur og menn hava javnbjóðis rættindi, tað ræður bara um at brúka tey. Fyri góðum ári síðani varð Elsa Maria H. Olsen sett í deildarstjórastarvið á Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Har standa nógvar avbjóðingar fyri framman, skúlin gongur á odda á sínum øki og í stjórasessinum er Elsa Maria H. Olsen sjálvsagt við til at mynda hesa menningina.

Elsa Maria H. Olsen er 34 ára gomul, ættað úr Vági, gift og eigur eina sjey ára gamla dóttur, sum eitur Bjørk. Hon hevur útbúgving sum cand. mag. í donskum, mentaarbeiði og formidling. Útbúgvingin er í tveimum, har danskt er høvuðsgreinin, meðan mentaarbeiði og formidling, har dentur er lagdur á fólkamentan, virkisskipan og- mentanir, og starvsfólkaproblematikk er yvirbygnaðurin.

Hon hevur undirvíst í donskum í Danmark á handilsskúla, har 2000 næmingar ganga. Og tað var har tað spakuliga byrjaði.

- Eg havi verið ein virkin medarbeiðari. Leiðararnir hava við tíðini víst mær stórt álit, eg havi tikið størri og størri ábygd, og so eri eg spakuliga komin longur upp í hierarkiið. Hetta er í mestan mun komið av, at eg sjálv havi tikið stig til at loysa nakrar trupulleikar og upp á tann mátan víst samstarvsvilja, trúfestiskenslur og ein vilja til at gera tingini betri. Á miðnámsdeildini arbeiddi eg mest við verkætlanum, ið høvdu við altjóða virksemi at gera og eg endaði so sum leiðari á tí virkseminum. Og tað hevur veruliga verið í framgongd árini eg havi verið niðri. Haðani søkti eg so starvið sum stjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali, sigur Elsa Maria H. Olsen, sum varð kosin millum seks umsøkjarar.


Mótstøðu frá konufólki

Hon er fyrsta kvinnan í stjórasessinum á Handilsskúlanum á Kambsdali, men hesin veruleiki hevur sambært Elsu Mariu H. Olsen ikki volt nakrar trupulleikar ella verið orsøkin til tvørleikar.

- At eg eri kvinna hevur ongantíð verið nøkur forðing fyri mínum karrierumøguleikum. Skulu vit tosa um eina mótstøðu havi eg serliga merkt hana frá konufólki í mínum undanfarna starvi við til dømis, at størri krøv verða sett konufólki enn mannfólki. Ofta er tað ein spurningur um, hvussu fólk passa saman. Mannfólk hava ikki sett mær forðingar í vegin.

- Onnur hava sagt mær, at um trupulleikar hava verið, hevur tað verið tí, at eg eri konufólk. Eg lurti ikki eftir slíkum signalum, tí tey hava als ikki mín áhuga. Eg varð sett til at seta í verk nøkur nýggj ting, sum eg havi arbeitt við í Danmark, tað var tað sum gjørdi meg skikkaða til starvið og tað ætli eg mær at liva upp til. Skúlin er í eini broytingartíð og at seta ta broytingina í verk er ein torfør tilgongd, ið kann elva til trupulleikar. Og so sigur onkur við meg, at tað er tí, at eg eri konufólk, at onkur trupulleiki stingur seg upp. Tað er tvætl at siga so.

Hjá Elsu Mariu H. Olsen hevur tað sum skilst ikki verið nakar trupulleiki at koma framat góðum størvum.

- Tá ið eg varð sett var nevndin, sum innstillaði til stjóran, ikki í iva um, at tað skuldi vera eg. Haðani havi eg fingið stóran og sterkan stuðul. Eg meti als ikki, at tað gevur mær nakrar trupulleikar at vera stjóri, tí eg eri kvinna. Kvinnur klára seg eins væl og menn. Sjálvandi havi eg virðing fyri, at onnur halda tað er ein trupulleiki. Kanska hugsa mínir medarbeiðarar soleiðis. Hvussu ein er skikkaður og hvussu ein annars er sum menniskja er tað altavgerandi, og eg trúgvi, at tey konufólkini, sum bjóða seg framat hava eina sterka psyku. Tú skalt ikki vera ein veik sál, tí tað eru altíð ákoyringar, tá ið tú ert leiðari, sigur Elsa Maria H. Olsen.


Geva og taka

Á Handilsskúlanum á Kambsdali arbeiða um 30 fólk. Hvønn dent leggur tú á arbeiðsumhvørvið?

- Tað týdningarmesta er, at fólk kenna seg trygg og væl, vita hvønn veg tey skulu ganga og tað er kanska tað, sum er torført í nógvum førum. Okkara skúli er ein telduskúli, sum er rættiliga frammalaga í menningini og vit hava onga fyrimynd at hyggja eftir, tí eingin skúli er komin longri enn vit. Tí eru vit sjálv við til at mynda vegin frameftir og tað er ein tung uppgáva, sum krevur nógv av leiðaranum og starvsfólkinum.

- Gott arbeiðsumhvørvi er eisini at taka menniskjanslig atlit. Fólk geva einki frá sær á einum arbeiðsplássi um tey ikki fáa nakað aftur fyri, tað vil siga, at javnsett krøv eru vend móti leiðaranum og vanliga starvsfólkinum. Tað krevur, at tú hevur álit á medarbeiðarunum og tað er avgerandi fyri meg, at eg kann hava álit á teimum fólkum eg arbeiði saman við og at tey kunnu geva nakað eyka, tá ið neyðugt er. Virkið er ikki annað og meiri enn tað medarbeiðararnir kunnu geva.

At vera stjóri ella leiðari er ein stór ábyrgd uttan mun til kyn, tað er strævið, orku- og tíðarkrevjandi, heldur Elsa Maria H. Olsen.

- Tað hevði als ikki latið seg gjørt um eg ikki hevði góðan stuðul frá manninum. Hann er ikki lukkuligur um eg ikki eri lukkulig. At vera stjóri er ikki eitt arbeiði, sum verður gjørt millum 8 og 3, tað er aldri minni enn 12 tímar um dagin. Summir arbeiðsdagar eru 16-18 tímar. Tað letur seg gera við at skipa og samskipa tað sum tú skalt gera og hava eitt gott arbeiðsbýti heima. Viðhvørt komi eg seint heim, onkuntíð eri eg burtur í nakrar dagar og tí samskipa vit alt við skúla, frítíðarhjálp, barnagentu, arbeiðsgentu og familju annars. Partvíst krevur tað eina langtíðarplanlegging.

- Í Leirvík eru góð og skipað viðurskifti. Vit hava ansing til dóttrina, áðrenn hon fer í skúla um morgunin, tí okkara arbeiðsdagur byrjar tíðliga. Men tá ið eg kom heim í fjør høvdu vit stórar trupulleikar og tá var eg við at sálast yvir støðuna í Føroyum. Eg var einsamøll í byrjanini, maðurin skuldi rigga sítt starv av niðri, og eg skuldi byrja í einum leiðarastarvi. Eg fekk ikki dóttrina í dagrøkt, eg hevði trupulleikar við at finna eina arbeiðsgentu, hon slapp ikki í fyrsta flokk sum ætlað og alla tíðina rendi eg meg í ein múr. Av teirri grund mátti eg lata dóttrina vera í Danmark fyrstu tíðina og tað var hart. Tað var ein trupul tíð og eg hugsaði, at Føroyar eru ikki eitt samfelag fyri meg við teimum dreymum eg havi.

Hvørjir eru teir?

- At hava eitt spennandi arbeiði og eitt spennandi lív, har nakað hendir og har sosialu viðurskiftini eru skipað. Tað er avgjørt ein fortreyt. Nú er alt komið uppá pláss og nú glíðir gerandisdagurin sum hann skal, sigur Elsa Maria H. Olsen.

- Eftir øllum at døma eru karrierumøguleikarnir hjá kvinnum treytaðir av, hvar í Føroyum tú býrt. Í dag mugu familjurnar hava tvær inntøkur og tað er sjáldan, at maðurin er heima meðan konan ger karrieru. Eru møguleikar ikki fyri at fáa børnini á dagstovn, mást tú bíða við at gera karrieru til tey eru vaksin ella mást tú skipa alt so frægt at tað ber til. Skal tað lata seg gera hjá kvinnum at vera virknar á arbeiðsmarknaðinum og at hava somu møguleikar sum menn, krevur tað, at dagstovnar eru. Tað sum ikki hevur minni týdning er, at maðurin stuðlar konuna, sum søkir leiðarastarv, og eg veit, at tað verður spurt eftir hesum, tá ið umsøkjarar eru til starvsetanarsamrøðu. Eg vildi sjálv sett slíkan spurning, skuldi eg sett ein leiðara í starv. Uttan mun til, um tað er konufólk ella mannfólk, júst tí eg veit, at eitt leiðarastarv krevur meiri enn eitt vanligt starv og tískil er neyðugt við góðum stuðli heimanifrá, sigur Elsa Maria H. Olsen.


Krevja nógv av sær sjálvari

Størstu forðingarnar fyri javnstøðu heldur Elsa Maria H. Olsen liggja hjá kvinnuni sjálvari.

- Kvinnur eru meiri heilskaptar í sínum hugsunarhátti enn menn, tí tær skulu bæði hugsa skynsamt og kensluliga. Normarnir sum kvinnur eru vaksnar upp eftir eru í grundini kúgandi, tað vil siga, at orsøkin til forðingina fyri javnstøðu í flestu førum er at finna í uppalingini. Tá ið eg búði niðri var eitt stjórastarv lýst leyst, sum mínir starvsfelagar heittu á meg at søkja, men eg sýtti, tí eg helt meg ikki vera føra við at søkja tað. Ikki tí at eg ivaðist í um eg kláraði tað, men eg helt, at eg skuldi hava fleiri royndir áðrenn. Konufólk seta størri krøv til seg sjálvar enn mannfólk, teir leypa skjótari út í enn konufólk, og tí liggur forðingin hjá okkum sjálvum. Lesa kvinna og maður við sama førleika eina starvslýsing krevur kvinnan av sær sjálvari, at hon lýkur allar treytirnar, sum verða settar, meðan maðurin tekur tjansin hóast hann bara lýkur um 60% av tí, ið krevst. Teir tora betri at vága og tað botnar í kynsleiklutunum, har teir eru uppaldir til tað, meðan kvinnur ikki eru.

Hvussu uppalir tú dóttur tína?

- Sum kvinna í leiðandi starvi havi eg ikki somu umstøður at bjóða dóttur míni sum ein mamma um gongur heima, men eg vil eisini siga, at ein heimagangandi mamma hevur heldur ikki tað sama at bjóða sum eg. Tí eru eisini fyrimunir við at vera mamma og leiðari. Dóttur mín er ógvuliga sjálvbjargin og tað trúgvi eg kemst av, at hon hevur eina mammu sum meg, tí hon veit, at eg ikki altíð eri tøk. Og tað er ein sunn menning og tað er kanska frá henni eg kann vænta teir størstu kritisku spurningarnar. Sjálvandi havi eg tilvitað uppalt hana til at verða sjálvbjargna, men í aðrar mátar er uppalingin ikki eftir einum føstum leisti. Men tað er eitt eg ikki finni meg í og tað er, tá ið fólk siga við hana: "ver nú ein fitt, lítil genta!" Eingin verður vird við at vera fitt og lítil. Og slíkt verður ikki sagt við ein drong.

Eru fordómar mótvegis kvinnum sum leiðarum?

- Heldur enn fordómar havi eg møtt mótstøðu og tað er frá konufólki, ið eru í lægri starvi enn eg og sum hava havt somu karrierudreymar, ið bara ikki eru gingnir út. Skal eg vera heilt nágreinilig havi eg serliga merkt mótstøðuna í Danmark, her hevur hon ikki verið so sjónlig í øllum førum. Tað er heilt klárt øvund og tað haldi eg er láturligt. Øll hava somu møguleikar, tað ræður bara um at brúka teir. Ein kvinna, sum sjálv er í leiðandi starvi, segði mær ein dagin, at hon hevði hoyrt ein mann siga, at hann ikki kundi hugsað sær at arbeitt undir eini kvinnu. Slíkt er niðrandi og tað sigur meiri um hann enn um kvinnur. Menn hava kanska verri við at lýða eini kvinnuboð enn kvinnur. Sjálvandi eigur ein sum leiðari at hoyra øll signal og so royna at sameina nøkur sjónarmið, men tá ið tað er slíkt kynsdiskriminerandi lati eg oyruni aftur, sigur Elsa Maria H. Olsen.


Kvinnulig og mannlig eyðkenni

Um tað er neyðugt hjá kvinnum at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum fyri at styrkja sjálvsálitið, sigur Elsa Maria H. Olsen.

- Eg dugi ikki at seta meg inn í tað, at summar kvinnur ynskja at ganga heima. Er málið at vera heimagangadi havi eg ilt við at tosa við, tí eg kundi ikki hugsað mær tað sjálv. Nógv dømi eru um, at kvinnur, sum ikki klára allar royndirnar í lívinum og ikki klára at gera dreymarnar til veruleika, velja at gerast foreldur fyri at fáa eitt lívsinnihald. Hetta er kanska grovt sagt, men eg dugi at síggja, at tað er ein orsøk til at kvinnur velja at verða heimagangandi, rætt og slætt sum ein síðsta útveg.

- Mín samleiki er mín persónur sum heild, tað vil siga bæði privatlívið og arbeiðslívið. Hevur tú nøkur mál gert tú nakað fyri at náa tey. Partvís liggur sjálvsálitið í kunnleikanum ein hevur rokkið sær, tí tá hevur ein eina vitan og sjálvt um eg eri ung havi eg verið ígjøgnum eina tilgongd í lívinum, ið hevur styrkt meg. Útbúgvingin eg havi tikið er rættiliga torfør at koma ígjøgnum og tá havi eg brúkt meg sjálva sum royndarkanin í øllum teimum tilveruspurningunum, ið hava verið settir. Royndirnar eg havi verið ígjøgnum og rutinurnar eg havi fingið arbeitt upp styrkja eisini umframt at brúka tað onnur eiga at geva tær. Men sjálvsálitið liggur ikki í arbeiðinum aleina, styrkin liggur fyrst og fremst inni í tær sjálvari. At fáa hesa styrkina er partvíst at fáa eina vitan, kunnleika og at duga at brúka seg sjálva. Umframt at ein merkir, at tað er brúk fyri einum.

Roynir tú sum stjóri at draga fram ella at káva út yvir kvinnuligu eyðkennini?

- Fleiri siga við meg, at eg havi nógv mannlig eyðkenni. Tað er rætt á summum økjum og heilt burtur við á øðrum økjum. Kvinnur í leiðandi starvi hava lættari við at fara inn í samanbrestir og uppgerðir, og tað himprist eg heldur ikki við, tí ein uppgerð kann slóða fyri at ein prosess fer víðari. Tað er kanska kvinnuligt, tí menn hava ofta ilt við at taka eina uppgerð.

- Tað sum er serliga kvinnuligt í mínum føri er, at eg spyrji ofta mínar medarbeiðarar um teir síggja eina loysn. Sjálvsagt havi eg eitt uppskot um, hvussu trupulleikarnir verða loystir, men tað verður meiri fjølbroytt við at medarbeiðararnir eru við. Tað er kvinnustyrki at tora at spyrja í einum afturhaldssinnaður samfelag sum tí føroyska, ið eisini er mannchauvinistiskt á summum økjum. At fólk siga, at eg havi mannlig eyðkenni sipar helst til mínar ambisjónir og karrieru, men eg haldi ikki, at eg eri so øgiliga ambisjøs. Ambisjøs eri eg í tann mun, at eg vil síggja úrslit og tað er eitt mannligt eyðkenni. Kvinnur eru meiri upptiknar av sjálvari prosessini sum heild. Og tað eri eg eisini, sigur Elsa Maria H. Olsen.


Av sporinum

Hvat heldur tú um kvinnurørsluna, týdningin hon hevur havt, hevur í dag og í tíðini sum kemur?

- Kvinnurørslan sum so hevur havt stóran týdning fyri kvinnur sum eru eldri og tær sum vóru virknar í sekstiárunum. Fyri meg hevur hon ikki havt nakran serligan týdning. Tað er einki sum er so óspennandi sum at lesa tað, ið reyðsokkarnir hava skrivað. Tað er ein farin tíð, men tað er tað eftir øllum at døma ikki fyri allar kvinnur. Eg kenni meg als ikki aftur í problematikkinum, sum reyðsokkarnir hava ført fram. Eg taki tað sum givið, at eg havi javnbjóðis møguleikar sum menn. Mamma mín fór niður at lesa og tók eina útbúgving, áðrenn kvinnurørslan kom í gongd. Kvinnurørslan hevur kanska havt størstan týdning fyri menninar, tí kvinnurnar hava tikið seg saman ímóti mansráðandi meiningini. Tær hava sett hart ímóti hørðum og menn ið eru leiðarar í dag hava virðing fyri eini stjórari fylking, sum savnar seg saman og setir krøv.

- Skal kvinnurørslan hava nakran týdning í tíðini, sum kemur, skal hon skifta stíl og seta krøv fram um, at vit øll skulu hava eitt heilt lív, bæði við privatlívi og arbeiðslívi. At tað er pláss til bæði. Hvat heldur tú um kjakið um javnstøðu?

- Tað er ússaligt av konufólki, um javnstøðulógin skal vera einasti mátin at gera kvinnur skikkaðar til eitt starv. Í mínari verð eru kvinnur og menn javnsett og tí havi eg so ilt við at síggja, at javnstøðulógin er eitt amboð. At allar nevndir og øll ráð skulu vera eins umboðað av kvinnum og monnum ber ikki til, um tey sum eru best skikkað skulu veljast. Brúkar tú lógina til at sleppa fram sum konufólk, so er kjakið um javnstøðu farið av sporinum. Eg eri ikki ímóti javnstøðulógini sum so uttan tað, at eg haldi ikki, at hon skal brúkast til at fáa kvinnum betri sømdir og møguleikar enn monnum um tær ikki hava tað uppiborið. Í Føroyum er ein rúgva av vælskikkaðum konufólki og eg taki tað sum eina sjálvfylgju at tær bjóða seg fram. Konufólk og mannfólk loysa trupulleikar ymiskt, menn leypa lættari úti og duga væl at skoyta yvir smálutir og trupulleikar, meðan kvinnur eru tað øvugta. Í summum førum halda kvinnur, at tær eru settar til viks, tí tær eru kvinnur, - sjálv havi eg ongantíð hugsað so, sigur Elsa Maria H. Olsen at enda í viðtali.


----------------

Í ein kassa fyri seg á høgru síðu niðast til høgru:


Prát við kvinnur í leiðandi størvum

Hetta er næsta samrøðan í greinarøð, har vit tosa við kvinnur í leiðandi størvum um javnstøðu, um hvussu ein sameinar arbeiði og familjulív, karrierumøguleikar og fordómar ímóti kvinnum á arbeiðsmarknaðinum. Næsta samrøðan verður í blaðnum mikudagin við Ingvør Nolsøe, stjóra á reklamuvirkinum Stephansonsshus.