Forbjóða børnum Harry Potter

Filmseftirlitið í Noregi vil framyvir arbeiða fyri at fáa aldursmarkið á Harry Potter hækka frá 11 upp til 13 ár.

Grundin er tann, at tey meta, at kendi filmurin kann vera skaðiligur fyri yngri børn. Tey meta, at børn kunnu gerast ávirkað og ræðslusligin. – Harry Potter er vorðin vaksin, og tað gerst alsamt torførari hjá børnum at skilja hann. Hann er eisini byrjaður at berjast meira, og tað kann skapa órógv millum tey yngri, heldur Barbo Hardersen frá norska filmseftirlitinum.