Á nýggjárinum koma í gildi reglur, sum banna fiskiskipum úr ES-londum at blaka fisk útaftur, men nú ávara vísindafólk í Skotlandi um, at eitt tílíkt bann er ikki bara av tí góða, tí tað kann órógva vistfrøðina.
Vísindafólkini, sum arbeiða á lærda Strathclyde-háskúlanum, skriva í einari nýggjari frágreiðing, at eitt forboð fyri útblaking fer at gera, at minni føði verður hjá sjófugli, ymsum fislasløgum og havdjórum, og at eitt tílíkt forboð tí kann fáa sera óhepnar avleiðingar.
Sambært teimum skotsku vísindafólkunum er útblakingin vaksin nógv í ES-londunum orsakað av truplum fiskiveiðireglum, og BBC veit at siga, at skotsk fiskiskip blakaðu 28.000 tons av fiski aftur í havið í 2009.
Ein talsmaður fyri skotsku myndugleikarnar sigur hinvegin, at útblakingin er minkað nógv í seinastuni. Hann sigur, at í 2007 blakaðu skotskir fiskimenn 47 prosent av toskinum og hýsuni útaftur, men at hesin parturin komin niður í 18 prosent í 2012.