Ford bilverkstaðurin viðí tekniskari Hotline skipan

Arbeiðshondbókin er skift út við eina berbara teldu. Anhonius er her við at testa ein motor. Vinstrumegin er teldan, sum er ein arbeiðshondbók og høgrumegin er sjálvur testarin. Fyrr vóru motortestarar stórir og tóku nógv pláss á verkstøðunum

Magnus Gunnarsson


Anthonius Dalsgaard, verkførari hjá P/F Wenzel, greiður frá um eitt nýtt ættarlið av motortestarum. Talan er um WDS (Worldwide Diagnosis System) - ein nýggj global diagnosuskipan - ið er gjørd til at finna feilir í elektriskum og elektroniskum skipanum á Fordbilunum. Grundin til at P/F Wenzel er við í hesari skipan er, at menningin innan hetta økið gongur við rúkandi ferð, og tí ræður um at vera »up to date« alla tíðina.


Teknisk Hotline miðstøð í Svøríki

Við hesum kunnu teir fara beinleiðis inn á netið hjá Ford og fáa allar uppdateringar so hvørt, sum tær koma. Ford hevur eina tekniska Hotline miðstøð í Svøríki, sum teir hjá P/F Wenzel kunnu koma í samband við. Um teir t.d. kanna eina elektroniska dysu og ivast í, um hon er í ordan, kunnu teir kobla seg inn á netið hjá hjá Ford í Svøríki og fáa at vita, um dysan er í ordan ella um hon má skiftast út. Við hesum er møguleiki fyri at beina burtur ivamál og óneyðuga útskifting av eykalutum, samstundis sum kundin verður spardur fyri óneyðugar útreiðslur.

Tekniska Hotline miðstøðin í Svøríki hevur Skandinavia sum sítt umráði, har Føroyar eru saman við Danmark í hesum sambandi. Tað eru fimm tekniskar Hotline miðstøðir í Evropa við tilsamans 54 starvsfólkum.


Fyrr næstan eitt dagsverk nú 30 sekund

Ford krevur, at tey sum brúka WDS skipanina skulu kenna til útgerðina og hava royndir innan diagnosuviðgerðina við at finna feilir við bilunum og hava verið á teimum neyðugu skeiðunum. Fyri at lýsa menningina við testútgerðini, teir hava í dag, sigur Anthonius, at fyri umleið 10 árum síðani kundi tað taka út móti einum degi at gera tær neyðugu kanningarnar manuelt, har sama arbeiðið tekur 30 sekund við hesum nýggja testaranum.

Tað verður ofta sagt, at tímalønin á bilverkstøðunum er ov høg, men um vit samanbera við teir, sum arbeiða við teldum, er okkara sera lág, sigur Anthonius.

Hjá P/F Wenzel hava teir eina fastprísskipan við ymiskum prísum fyri hvørt bilmodell.

Starvsfólkini hjá P/F Wenzel fáa ta útbúgving frá Ford, sum krevst, við tí endamáli, at testútgerðin skal koma kundanum til góðar við tað, at umvælingarnar kunnu gerast enn skjótari og bíligari, sigur Anthonius Dalsgaard.