Talan er um gongulagskapping, har nøkur av Føroya allarbestu rossum kappast í fjórgongd og tølt. Tvey innleiðandi umfør hava verið, har luttakararnir hava samlað sær stig. Luttøkan til undanfarnu kappingarnar hevur verið stór og stuttligt hevur verið at sæð tey flottu rossini folda seg út. Øll eru vælkomin niðan í Tølthøllina at síggja sera spennandi finaluna um, hvørjir Ford Cup meistararnir verða.
Í finaluni luttaka:
B-finala fjórgongd:
Poli Joensen og Vørður við 7 stigum
Jákup Berg og Matti vð 7 stigum
Gunrid á Plógv og Ramses við 6 stigum
Hildur á Plógv og Geronimo við 3 stigum
B-finala tølt:
Kristfríð Jacobsen og Rán við 8 stigum
Hildur á Plógv og Geronimo við 6 stigum
Gudmund Hansen og Glói við 4 stigum
Andrias Jacobsen og Prins við 1 stigi
Óli Jóhan Láberg og Snjófaxi við 1 stigi
A-finala fjórgongd:
Heri Dahl og Leiknir við 20 stigum
Kristfríð og Tór við 16 stigum
Óli Jóhan Láberg og Snjófaxi við 11 stigum
Kristfríð Jacobsen og Rán við 11 stigum
A-finala tølt:
Poli Joensen og Vørður við 20 stigum
Poli Joensen og Kolli Káti við 16 stigum
Kristfríð Jacobsen og Tór við 13 stigum
Heri Dahl og Leiknir við 12 stigum
Knút Lützen og Drottning við 12 stigum
Hetta verður eisini raðfylgjan til kappingina.
Atfaná kapingina verður hugnaløta í frálíka hølinum í Tølthøllini. Her verður hugnaligur tónleikur og góður matur at fáa.