Klaksvík:
Per Johannessen er ikki nakar lítil maður av vøkstri. Heldur ikki hevur hann tær smæstu listarligu hendurnar. Men hann eigur evni til at skapa klæði og annað av ymsum slagi, sum fá onnur. Hann dugir avbera væl at binda og seyma, hevur útbúgving sum konfektionsassistent og sjúkrarøktarfrøðingur. Hann hevur altíð havt áhuga fyri handverkinum, og hann sær eina ávísa gleði í at kunna skapa nakað við hondunum.
Pápi Per, Niklas Johannessen, bæði seymaði og bant nógv tann tíð tað var. Og Per heldur so avgjørt, at tað var har, at áhugin hjá honum av fyrstan tíð birtist.
? Alt tað eg minnist sat pápi mín og bant ella seymaði, tá hann ikki var til arbeiðis. Mamma bæði bant og seymaði fyri fólk, og so hjálpti pápi henni eisini av og á, greiðir Per frá.
Per bant sínar fyrstu skóleistar, áðrenn hann fór í skúla. Hann hevur ongantíð verið flovur av, at hann dugir at binda, hóast hann bleiv happaður.
? Í fyrstuni hugsaði eg als ikki um tað, men seinni bleiv eg happaður og fekk nógvar viðmerkingar, men eg uggaði meg við, at tey tosaðu, sum tey høvdu skil fyri. Manglandi vitan, hevur uttan iva verið orsøk til happingina, heldur Per, sum framvegis rennur seg í onkran av og á, sum hevur eitt hvørt negativt at siga til hansara arbeiði og ítriv. Men hann heldur eisini, at tað veldst um, hvørjum høpi, ein er í til dagligt. Hann heldur, at um hann var sjómaður, so hevði hann havt hoyrt nógv meira fyri tað. Hann heldur eisini, at tað hevur nakað við uppalingina at gera. Tað, at børn verða uppald við, at maður arbeiðir úti, og konan gongur heima.
? Tað eru ikki øll, sum eru fordómsfull, tey vita bara ikki betur, tí at soleiðis vórðu tey uppald, sigur Per.
? Vit eru sjey systkin, og vit vórðu øll uppald til at klára okkum sjálvi. Vit vórðu lærd at gera mat og reint, og øll systkini duga í øllum førum at binda og seyma, sigur hann.
Per er yngstur, og hann býr saman við beiggja sínum Erni í barndómsheiminum.
Útbúgvingar
Per hevur tvær útbúgvingar. Onnur er sum "konfektionsassistent" og hin sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Tann fyrra gevur stutt sagt møguleika til at verða leiðari á eini klædnaverksmiðju. Har verður ein lærdur alt um klæði frá botni av. Frá rávøru og at tekna mynstur til tey hanga liðugtgjørd í einum handli. Meðan hann var í holt við ta útbúgvingina, var hann heima í starvsvenjing í eitt tíðarskeið síðst í áttati árunum. Tá heitti Klaksvíkar Sjónleikarafelag á hann, og tey bóðu hann koma at hjálpa til at gera búnar. Tá hann var liðugur við sína útbúgving í 1989, flutti hann heimaftur í nøkur ár, áðrenn leiðin gekk aftur til Danmarkar á sjúkrarøktarfrøðingaskúla. Árini, hann var heima, arbeiddi hann nógv við at seyma klæðir. Hann sigur, at tað eru fá av hansara vinfólkum ella systkjum, sum eiga børn, sum ikki eiga okkurt plagg, sum hann hevur gjørt. Hann hevur eisini seymað fyri fólk , men hann sigur, at hann seymar ikki eftir keyptum mynstri. Honum dámar betur at tosa við fólkini og koma við sínum egnum hugskotum, um hvat kann gerast og so framvegis. Og tað gjørdi hann so í nøkur ár.
Men so bleiv mamma hansara sjúk, og hann gekk so heima og passaði hana. Hann fór niður við henni at læra seg dialysuviðgerð, og tá byrjaði tankin um at royna seg sum sjúkrarøktarfrøðing at spíra.
? Eg mól inn og út av hasi deildini í trý ár, og áhugin fyri yrkinum mentist, og so helt eg, at eg skuldi royna tað, sigur Per, sum líka frá barnsbeini av tó vildi verða lækni. Men tá hann var liðugur við studentaskúlan, var hann so skúlatroyttur, at tað bleiv ongantíð til nakað.
Hann varð liðugur sum sjúkrarøktarfrøðingur í 2000, og hann arbeiðir á deild A á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Aftur har rennur hann seg onkuntíð í hetta, at tað er eitt sokallað kvinnustarv, sum hann hevur valt. Men har er tað kortini øðrvísi, heldur hann.
? Tað eru serliga eldri fólk, sum halda, at eg eri lækni, tá eg komi inn til teirra, men tá eg so greiði teimum frá, so eru tey sera positiv, sigur hann og leggur afturat, at tað aftur er tað gamla við, at tað fyri tað mesta eru kvinnur, sum eru í tílíkum starvi.
Og her vísir hann eisini á, at tá tað kemur til lønina, so halta tey sokallaðu kvinnustørvini langt aftanfyri.
? Tað er onki at siga til, at tað fyri tað mesta vóru ógiftar kvinnur, sum røktu hetta starvið fyrr, tí tað er vónleyst at syrgja fyri eini familju við hesi lønini, tað er púra vist, sigur hann.
Hann hevur ongantíð sæð tað, sum hann fæst við, sum eitt kvinnuarbeiði og ítriv burturav.
? Tað er bara ein gomul leiklutadeiling, sum hongur við, og hon letur til at vera ómetaliga torfør at sleppa av við, heldur Per Johannessen.
Hann sigur eisini at enda, at hann hevur hugsað um at fara at útbúgva seg hægri innan sjúkrarøktarfrøðinga-útbúgvingina, men júst hvat tað skal verða, hevur hann ikki tikið avgerð um.