Meðan Fíggjarmálaráðið hevur varnar viðmerkingar til alternativa leistin við havrannsóknarskipinum, so var øðrvísi í 2007. Tá varð ráðið biðið um at gera viðmerkingar til ætlanina hjá Mentamálaráðnum um at leggja útreiðslu til Marknagilsdepilin uttan fyri fíggjarlógina. Mentamálaráðið vildi fáa fíggjarliga heimild til at veita stuðul til avdráttir og rentur av láni, sum sjálvsognarstovnurin Tekniski Skúli í Tórshavn skuldi taka í samband við hesa bygging. Við uppskotinum fekk landsstýrismaðurin heimild til at veita upp til 150 milliónir krónur í stuðli til sjálvsognarstovnin, leypandi yvir eitt 20 ára skeið, frá 2010 til 2030.
Men hetta var ein dekan ov kreativur fíggingarháttur, metti Fíggjarmálaráðið, sum vísti á meginregluna um, at alt virksemið hjá landinum skal takast við í fíggjarlógina.
- Fíggjarmálaráðið vil tí harðliga átala, at lógaruppskot verða tilevnað, sum ganga ímóti meginregluni um, at útreiðslurnar av løguarbeiðum, sum landið fíggjar antin beinleiðis ella sum stuðul, skulu takast við í fíggjarlóg samsvarandi byggigongdini, segði ráðið í 2007.
Stýringin
Í døminum frá 2007 var sum nevnt talan um ein sjálvsognarstovn, sum skuldi fáa pengar úr landskassanum.
- Løgur, sum landið fíggjar, heilt ella næstan fult út, eiga at verða bygdar við landinum sum byggiharra og verða verandi ogn hjá landinum, segði Fíggjarmálaráðið tá.
Ávísir líkar eru við leistin fyri havrannsóknarskipið. Tí sambært lógaruppskotinum hjá Jacob Vestergaard kemur landskassin við sínum langtíðar sáttmála við privata eigaran at fíggja alt skipið, uttan tó at eiga tað.
Í aktuella málinum við havrannsóknarskipinum dylir landsstýrismaðurin ikki fyri, at hansara leistur er ein avleiðing av, at politiskur meiriluti fæst ikki fyri at raðfesta eitt nýtt havrannsóknarskip fram um aðrar íløgur á fíggjarlógini næstu árini.
Afturi í 2007 segði Fíggjarmálaráðið, í málinum um alternativa fíggingarháttin til Marknagilsdepilin, millum annað soleiðis:
- Samanumtikið slepst ikki undan varhuganum av, at roynt verður við hesum leisti at sníkja útreiðslur av fíggjarlógini, óivað tí hetta hevði viðført trengri rásarúm innan løgukarmin og helst eisini verri úrslit í fíggjarlógini. Hetta kann ikki tulkast sum annað enn sera vánaligt arbeiðslag og dára hugburður.
Gjaldstovan
Umframt ávaringar úr Fíggjarmálaráðnum, so hevði stjórin á Gjaldstovuni eisini peikifingurin á lofti ta ferðina. Í sínum hoyringssvari til málið um alternativa fíggingarháttin til Marknagilsdepilin, skrivar Leif Abrahamsen soleiðis:
- At spjæða eina skyldu, sum er 100 prosents vís, yvir 20 ár, er tað sama sum ikki at vilja síggja veruleikan í eyguni. Roknskapur og fíggjarlóg eiga sjálvandi at ganga hond í hond. Tí eigur øll skyldan at verða tikin við, tá ið henda er uppstaðin.