Ford vil hava kvinnuligar sniðgevar

Kvinnur hava ávirkan á 85% av øllum bilkeypum og keypa sjálvar 45% av øllum bilum, men kvinnur eru í stórum minniluta innan sniðgeving av bilum.

 
 Hetta vil Ford broyta, og leitar tí eftir kvinnuligum sniðgevum, ið kunnu tekna nýggju fordbilarnar, skrivar amerikanska tíðindablaðið The National Post.
Susan Lampinen, bólkaleiðari í sniðgevingardeildini hjá Ford í Norður Amerika sigur við The National Post, at ætlanin hjá Ford er, at kunna ungar kvinnur um, at sniðgeving av bilum er ein møguleiki fyri kvinnur. Ford hevur m.a. sett pengar av til at gjalda fyri skúlagongdina hjá kvinnum, ið vildu lesa bilsniðgeving á Detroit's College for Creative Studies.