Verfalsvaktir frá arbeiðarafeløgunum møttu í morgun uttan fyri hjá byggifelagnum Kanjon í Klaksvík, har tey siga seg vilja forða fyri, at verkfalsrakt arbeiði verður gjørt.
Í síðstu viku blokkeraðu tey uttanfyri hjá byggifeløgunum J&K Petersen og Articon í Havn. Tey boðsendu løgregluni, sum tó ikki legði seg út í tiltøkini hjá arbeiðarafeløgunum. Bara verkfalsfólkini hildu seg uttan fyri matriklarnar hjá fyritøkunum, so var í lagi. Helst er sama støða í Klaksvík í dag.
Sum skilst eru eisini tiltøk hjá arbeiðarafeløgunum við Norðskála hjá Løvubetong, har tey eisini vilja forða fyri, at verkfalsrakt arbeiði verður gjørt.
##med2##
##med3##
##med4##