Frá formansumfarinum í Norðurlandahúsinum hóskvøldið Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Forfólkini hitta Jógvan á Lakjuni mánadagin

Mánamorgunin tíðliga fer Jógvan á Lakjuni at loysa Bárð Nielsen úr løgmansembætinum og tilnevna ein samráðingarleiðara.

 

Frá formansumfarinum í Norðurlandahúsinum hóskvøldið Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Tað verður ikki fyrr enn mánamorgunin, at sonevnda formansumfarið verður í Løgtinginum, har Jógvan á Lakjuni fráfarandi løgtingsformaður, skal hitta forfólkini í politisku flokkunum at vita, hvønn tey hvør sær peika á sum samráðingarleiðari.

Tað verður eftir øllum at døma formaðurin í vinnandi flokkinum á valinum, Javnaðarflokkurin, Aksel V. Johannesen, sum fær tann heiðurin.

Tá valið hevur verið situr løgmaður við »initiativinum«. Men tá Aksel V. Johannesen hevur boðað Bárði Nielsen frá, at hann fyrst fer at tosa við Tjóðveldi og Framsókn, so hevur hann valt at leggja frá sær, tí so hevur hann ongan meiriluta at arbeiða við.

Men tað er ikki vist, at tað verður ein samgonga millum teir tríggjar flokkarnar fyri tað. Tað kann henda, at boð verða eftir Sambandsflokkinum í staðin fyri Tjóðveldinum.

Tað kann vera tí, at Framsókn vil hava eina stjórn tvørtur um miðjuna, sum Ruth Vang hevur víst á. Kansa tey í Framsókn eru bangin fyri at tykjast »ov reyð«, um tey aftur fara í samgongu saman við tveimum vinstravendum flokkum. Framsókn er borgarligu flokkur, og skal flokkurin royna eftir fleiri atkvøðum frá fólkafloksveljarum, so hóast samstarv við Sambandsflokkin kanska frægari enn bæði við Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.

Jógvan á Lakjuni segði við in.fo um middagsleitið, at fyri tað um formansumfarið ikki verður fyrr enn mánadagin, so kunnu flokkarin fyri tað byrja samráðingarnar beinanvegin. 

Sum skilst eru samráðingar eru ikki byrjaðar enn, men flokkarnir hava tosað saman.

 

 

Frá formansumfarinum í Norðurlandahúsinum hóskvøldið Mynd: Bjarni Árting Rubeksen