Leygarkvøldið verður forkunnug konsert í Tøting í Syðrugøtu, tá ið Hanus G. Johansen og danski tríbólkurin, Sirenene, fara at syngja og spæla.
Hetta verður fyrstu ferð, Hanus G. Johansen spælir konsert í Tøting, men hann hevur einaferð spælt í Losjuni við Gøtugjógv.
Hann hevur nýliga útgivið "Á fold eru túsund gudar", ið eru yrkingar eftir Poul F., sum hann hevur fingið nógv rós og nógvan heiður fyri at tulka og seta løg til.
Sirenerne er ein klassiskur danskur tríbólkur, sum er á eini serligari konsertferð í útnorði, sum tey kallað "Nordisk Musik til Udkants-Norden".
Tónleikaverkini, ið Sirenene spæla, eru skrivað í tíðini, um tíðina, -sum bróta ímyndina av og mörkini fyri, hvat klassiskur tónleikur kann vera og rúma.
- Ung sum gomul, líkamikið fortíð og røtur, verða drigin við á eina tónleikaferð, har sterkar kenslur, náttúra, norðurlendskar røtur og havið eru evnið, verður sagt um tónleikin hjá Sirenene.