Forkunnug konsert í Hoyvíkar Kirkju

Stanley Samuelsen er komin til føroya at hava konsert

Klokkan 16 í morgin, sunnnudagin, verður forkunnug konsert í Hoyvíkar Kirkju. Tað er ein av okkara fremstu tónleikarum, Stanley Samuelsen, sum býr í Danmark, sum er komin til Føroya at hava konsert. Síðsta leygardag hevði hann konsert í Fuglafjarðar Kirkju og í morgin hevur hann so konsert í Hoyvíkar kirkju.

 

Stanley Samuelsen er serliga kendur fyri at gera løg til yrkingar hjá J.H.O Djurhuus, Poul F. Hans Andrias Djurhuus, Mikkjal á Ryggi og aðrar.

 

Fyrr í ár varð staðfest, at Stanley Samuelsen hevði Alzheimer, men tað forðar honum ikki í at fara á ferð við tónleikinum. Brotið niðan fyri er frá konsertini í Fuglafirði seinasta leygardag. Trýst á pílin á myndini og lurta. Er myndin vánalig, ber til at fara undir settings og velja 2160p ella 4k.

 

##med2##