Forkunnug ókeypis konsert í Fríðrikskirkjuni

Fríðrikskirkjan bjóðar til eina heilt serliga konsert, tá ið Aalborg Gospel Choir, størsta gospelkórið í Norðurjútlandi, vitjar við heili 130 sangarum.

Konsertin verður leygarkvøldið 23. august kl. 22:00, skrivar Fólkakirkjan. 

 

Kórið verður stjórnað av kórleiðaranum Henrik Daniel Christoffersen, og kvøldið verður merkt av lívligum gospeltónleiki.

 

Orðið gospel merkir gleðiboð. Í gospeltónleiki verður tí sungið um, hvussu sorg kann vendast til gleði. Hetta er ein jaligur og lívgandi boðskapur til okkara tíð um gleði, vón og frið í Jesu navni.

Konsertin er ókeypis, og øll eru boðin at koma at uppliva eina góða og hjartanemandi løtu. Høvið verður eisini at syngja saman. Tummas Lykke Kannuberg, prestur, hevur eina andakt.