Forkunnug vitjan av flatlondum

Strendur: Tað er ikki hissini vitjan sum strandingar fáa hetta komandi vikuskiftið.

Í sambandi við vikuskiftismøtir í skúlanum fáa tey í missiónshúsinum vitjan av Hans-Ole Bækgaard. Hann virkar sum prestur í Danmark, men er eisini formaður fyri donsku Heimamissiónina.

Hann fer at tosa øll trý kvøldini, har tær mongu og góðu lokalu sangkreftirnar fara at syngja.

Umframt hesi møtini heldur hann haraftrat ein fyrilestur leygarmorgunin og prædikar í Sjóvar kirkju sunnudagin.

snorri@sosialurin.fo