20. og 22. februar hevur Konsertfelagið vitjan úr Brasilia og Danmark. Talan er um violinleikaran, Atla Ellendersen, umframt danan og klaverleikaran, Sune Vejlby Brogård. Teir hava tvær konsertir í ávikavist Fuglafirði og Havn. Fyrra konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið tann 20. februar kl. 20.00. Seinna konsertin verður í Læraraskúlahøllini í Havn sunnudagin tann 22. februar kl. 16.00.
Skráin til konsertirnar verður fjølbroytt og fevnir um:
- Johan Sebastian Bach: Chaconne fyri solo violin
- Carl Nielsen: Sonata nr. 1 í A-dur, opus 9 fyri violin og klaver
- Johannes Brahms: Intermezzo í cis-moll, opus 117 nr. 3 fyri klaver
- Ludvig van Beethoven: Sonata nr. 9 í A-dur, opus 47 fyri violin og klaver
Atli Ellendersen er uppvaksin í Fuglafirði, har hann sum smádrongur lærdi at spæla ymisk blásiljóðføri og klaver. Sum 14 ára gamal fór hann at læra seg at spæla violin. Áðrenn hann í 1977 fór til Danmarkar at nema sær tónleikaútbúgving, undirvísti hann í klaver og trombon, umframt at hann stjórnaði tveimum barnakórum í Fuglafirði. Atli las tónleik í 2 ár á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, og fór síðani at læra á Tónlistaskúlanum í Bern í Sveits hjá Max Rostal, professara. Aftaná lokna útbúgving starvaðist Atli hjá fleiri donskum symfoniorkestrum. Í Brasilia hevur Atli lokið bachelor og master-prógv innan tónleik.
Í 1989 flutti Atli til Brasilia, har hann millum annað hevur virkað sum bólkaleiðari, konsertmeistari og listarligur leiðari hjá ymiskum kamarorkestrum, ið verða roknaði millum tey bestu í Brasilia. Síðani 2005 hevur hann í ymiskum høpi luttikið í ikki minni enn 12 fløguútgávum.
Sune Vejlby Brogård var í ávikavist 1988 og 1990 útbúgvin pianistur og tónleikanámsfrøðingur á Kongaliga Konservatoriinum í Keypmannahavn. Seinni hevur hann nomið sær kandidatútbúgving innan tónleikavísund og søgu á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.
Sune starvast sum tónleikalærari í Danmark, umframt at hann framførir til ymiskar konsertir. Hann og Atli hava fleiri ferðir framført í Føroyum á eitt nú tónleikafestivalinum, Summartónum. Í samstarvi við Kristian Blak, hava teir báðir fleiri ferðir luttikið í verkætlanum, ið hava virkað til, at føroyskir tónasmiðir hava smíðað tónleik fyri violin og klaver.