Forkvinnan í teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráði, sum eisini umsitur umhvørvismál er væl nøgd við umhvørvisvikuna, sum var á breddanum í Tórshavnar kommunu í farnu viku.
Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd heldur, at hugburðin við árunum er blivin betur, tá tað kemur til umhvørvismál. Hon er eisini væl nøgd við ta undirtøkuna umhvørvisvikan fekk á hesum sinni, men kortini eigur at verða hugt eftir um Tórshavnar býráð eigur at halda fast við, at umhvørvisvikan altíð skal verða í viku 19.
Tað ber til at hoyra eitt prát við Elina Lindenskov um umhvørvisvikuna í ljóðbrotinum undir greinini.