Grein úr Sosialinum, Ingolf S. Olsen skrivar:
– Tørvurin á hægri raðfesting og játtanum til psykiatriska økið hevur ongantíð verið betri dokumenteraður enn nú. Ikki minst fáa vit eina rúgvu av feskum fakta í granskingarverkætlanini hjá Tórunn Højgaard Ósá, og vit hava júst fingið ein dagførdan bíðilista, sum vísir, at 1.049 fólk bíða eftir útgreiningum í psykiatriini.
Tað sigur Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum. Hósdagin 30. oktober skipar felagið fyri pallborðskjaki ímillum leiðandi politikarar úr øllum flokkum Perluni í Havn, og undan kjakinum greiðir Tórunn Højgaard Ósá frá síni granskingarverkætlan. Eisini Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum, fer at hava eitt upplegg.
- Tá pallborðskjakið er liðugt, vóni eg, at vit sita eftir við munagóðum lyftum um ítøkilig stig at fáa bast eftirsleipinum í psykiatriini, ikki minst útgreiningunum av ADHD og autismu, sigur Bjørg Dam.











