Síðan 2008 hevur Útnorðurráðið havt samstarv við DEEA-nevndina hjá ES. Partarnir hittast eina ferð um árið í einum av londunum, og hesa ferð varð fundurin hildin í Brússel.
Í ár varð serligur dentur lagdur á núverandi geopolitisku støðuna í útnorðri og Arktis og á, hvørja ávirkan hon hevur á Grønland, Ísland og Føroyar, umframt á trygdarviðurskiftini í útnorðri. Eisini varð kjakast um leiklutirnar hjá NATO og ES í hesum sambandi.
Útnorðurráðið nýtti eisini høvið at hitta íslendsku, grønlendsku og føroysku sendifólkini til ES á føroysku sendistovuni í Brússel til ein kunnandi fund um virksemið á sendistovunum og um viðurskiftini millum ES og londini í útnorðri, harundir týdningin av einum styrktum sambandi millum partarnar.
Útnorðurráðið og DEEA-nevndin hittast næstu ferð í Grønlandi í 2027.











