Tað upplýsir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í orkumálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Jenisi av Rana.
Jenis av Rana spurdi, hvørji ítøkilig átøk samgongan ætlar at seta í verk, so húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum, og nær hesi átøk verða framd.
Í svarinum sigur landsstýriskvinnan, at fyrireikingarnar at fremja ætlanirnar í samgonguskjalinum eru byrjaðar, men at arbeiðið ikki er komið eins langt á øllum økjum.
Hon vísir á, at Løgtingið í 2022 samtykti ein orku- og veðurlagspolitikk við 23 tíðarfestum átøkum. Kortini er einki av teimum átøkunum serliga ætlað at tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum.
Tí skal politikkin nú bæði dagførast og víðkast. Arbeiðið er ætlað at byrja eftir summarfrítíðina, og eitt av evnunum verður júst at finna loysnir, sum gera tað lættari hjá húskjum við lágum inntøkum at taka lut í orkuskiftinum.
Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at tað enn er ov tíðliga at siga, hvussu hetta ítøkiliga verður gjørt. Tað skal fyrst byggja á eitt tilmæli frá einum arbeiðsbólki.
Miðað verður eftir at leggja uppskot um ein dagførdan orku- og veðurlagspolitikk og eina nýggja, tíðarfesta virkisætlan fyri Løgtingið í komandi tingsetu.











