Ø er ein trupul bókstavur at brúka altjóða, men henda trupulleika hevur Føroya Banki loyst við at gera Ø til O, soleiðis at bankin á altjóða pallinum eitur Foroya Banki Føroya Banki eitur framvegis Føroya Banki, men fyri at gera tað lættari at flyta seg á altjóða pallinum, er nýtt búmerki gjørt, har bókstavurin Ø mest av øllum líkist einum O.
- Tað er bara fólk í norðanlondum, sum kenna til ø, og tey fara framvegis at síggja henda bókstav í nýggja búmerkinum. Men hjá øðrum fólkum fer bókstavurin at líkjast einum O, soleiðis at bankin fer at eita Foroya Banki á altjóða pallinum, greiddi Janus Petersen frá á tíðindafundi klokkan níggju í morgun.
Føroya Banki hevur ikki ætlanir um at skifta navn, tí tey meta, at tað er ein styrki í teirra marknaðarføring, at tey eru føroysk og at tað sæst aftur.
Men samleikaskiftið hjá Føroya Banka er veruleiki. Sjómaðurin, sum hevur verið ímynd bankans síðani 1994, er farin í søguna, og skiftur út við eina einfølda svarta striku við áskriftini ?Føroya Banki?.
Í hesum sambandi hevur bankin fingið nýggja heimasíðu, www.foroya.fo, og komandi dagarnar vera eisini lýsingar at síggja í sjónvarpinum.