Forsetavalið lítla ávirkan á føroyskan búskap

? Forsetavalið í USA ávirkar marknaðirnar í eina stutta tíð, men í longdini verða tað aftur tey meira grundleggjandi búskaparligu viðurskiftini, sum koma at stýra marknaðinum, sigur Jan Otto S. Holm, íløgustjóri hjá Kaupthing í Føroyum. Heimsmarknaðurin tók væl ímóti tíðindunum í gjár um, at Bush helst var afturvaldur

Amerikanska forsetavalið í gjár var fylgt við stórum spenningi kring heimin. Eisini vinnulívsfólk hildu eitt vakið eygað við gongdini, og eftir at greiðar ábendingar í gjár vóru um, at George W. Bush fór at vinna valið, komu fyrstu reaktiónirnar á marknaðunum.
Renturnar á partabrøvum á marknaðunum í Europa, Asia og Danmark fóru upp, og tað sama fór væntandi at henda, tá ið amerikanska marknaðurin lat upp eftir evstamark her á blaðnum. Dollarnir tóktist styrktur, og oljuprísurin hækkaði eitt vet.
? Tað er vanligt, at tað kemur ein reaktión eftir eitt forsetaval, men sjálvt valið ávirkar bara marknaðirnar í eina stutta tíð. Sum frálíður eru tað aftur tey meira grundleggjandi búskaparligu viðurskiftini, sum aftur fara at stýra gongdini, sigur Jan Otto S. Holm, sum er íløgustjóri hjá Kaupthing í Føroyum.
? Tað er umráðandi fyri marknaðin at fáa ein avgerð á forsetavalinum, og óansæð hvør vinnur, so kemur tað ein reaktión. Men helst er vøksturin í rentuni størri, um Bush vinnur, tí hann førir ein sera liberalan politikk, sum kemur vinnulívinum væl við.

Avmarkað ávirkan í Føroyum
Amerikanska forsetavalið hevur lítla beinleiðis ávirkan á føroyska búskapin, tí samvinnan millum Føroyar og USA er so lítil. Føroyingar útflyta mest til europeiska marknaðin, men tann marknaðurin verður vanliga ávirkaður av gongdini í USA, og harvið er eisini ein óbeinleiðis samanhangur millum føroyska og amerikanska búskapin.
Útflutningur hevur sera stóran týdning fyri europeiska búskapin, og tí ávirkar búskaparstøðan í USA eisini Europa.
? Tað hevur fyrr víst seg, at gongur tað illa búskaparliga í USA, so ávirkar tað europeiska marknaðin, tí útflutningur til USA hevur so stóran týdning, sigur Jan Otto S. Holm.
Ein ábending um, hvat europeiskt vinnulív helt um amerikanska forsetavalið kom undan valinum, tá ið fleiri týðandi leiðarar í donskum vinnulívi søgdu seg vóna, at Bush fór at vinna valið. Hetta vónaðu teir, tí Bush førir ein sera liberalan politikk, har vinnulívið hevur leysar teymar, og marknaðartreytirnar í stóran mun sleppa at ráða. Hetta dámar vinnulívinum væl.

Oljuprísurin hækkar
Oljuprísurin á heimsmarknaðinum ávirkar skjótt búskapirnar kring heimin ? eisini tann føroyska búskapin ? og líkt er til, at oljuprísurin fer at hækka við Bush sum forseta næstu fýra árini.
Gongdini hevur seinastu tíðina annar verið, at oljuprísurin er lækkaður. Tá ið prísurin var hægstur tann 26. oktober, kostaði ein tunna av tí sonevndu Brent-oljuni 52 dollarar. Nú er prísurin eini 12 prosent lægri ? ella um 46 dollarar.
? Tað eru fleiri viðurskifti sum gera, at oljuprísurin er lækkaður. Eitt er at goymslurnar í USA eru stórar, Kina hevur sett rentuna upp, og harvið verður væntað at minni eftirspurningur verður eftir olju næstu tíðina, sigur Jan Otto S. Holm.
Men Bush forseti kann fáa oljuprísirnar at hækka aftur. Orsøkin til tað er, at hann vil fylla amerikansku goymslurnar enn meira, og harvið verður eftirspurningurin øktur. Harafturat kann kríggið ímóti yvirgangi ávirka prísirnar, og so kann tann heimligi politikkurin í USA eisini økja um eftirspurningin eftir olju.
At oljuprísurin hækkar fær skjóta ávirkan í Føroyum eisini, og til dømis kann ein avleiðing verða, at tað fer at kosta meira at ferðast millum Føroyar og útlondini, tí flogferðslan verður so nógv ávirka á prísinum á brennievni. Eisini fiskivinnan kann skjótt koma at líða undir høgum oljuprísum.
Men Kaupthing í Føroyum heldur, at sjálvt forsetavalið í USA ávirkar bara marknaðin í eina stutta tíð, og sum frálíður verða tað aftur meira vanlig og grundleggjandi búskaparlig viðurskifti, sum koma at stýra búskapinum.