Tølini lúgva ikki. Ein kanning, sum felagsskapurin Pro Publica hevur gjørt, og sum blaðið Washington Post hevur almannakunngjørt, vísir, at tað loysir seg munandi betur hjá einum hvítum fanga enn hjá einum fanga úr einum av minnilutabólkunum at søkja amerikanska forsetan um grið. Í øllum førum vísa tølini, at lutfalsliga nógv fleiri hvítir fangar fáa játtandi svar úr hvítu Húsunum. Av fangum úr minnilutabólkunum eru tað teir við svartari húð, sum hava teir minstu møguleikarnar.
Í sínari kanning hevur Pro Publica kannað næstan 500 tilvildarliga valdar umsóknir frá fangum, sum søktu forsetan um grið. Av teimum hvítu fangunum fingu 12 prosent játtandi svar, og hjá fangum av latínamerikonskum uppruna vórðu 10 prosent av umsóknunum gingnar á møti. Hinvegin fekk eingin av teimum 62 afroamerikonsku fangunum játtandi svar.
Loynilig viðgerð
Frá 1998 til 2008 var Roger Adams stjóri á teirri deildini í løgmálaráðnum, sum tekur sær av umsóknum frá fangum, sum søkja um grið. Hann sigur við Washington Post, at hann er ovfarin av tølunum, sum koma fram í kanningini hjá Pro Publica. Sjálvur sigur hann seg minnast fleiri afroamerikanarar, sum fingu grið.
Roger Adams sigur, at umsóknirnar um grið verða viðgjørdar í trúnaði og næstan í loyndum. Tær verða viðgjørdar á teirri serligu umsóknarkrivstovuni í løgmálaráðnum, og haðani verða tær sendar Hvítu Húsunum við tilmæli um svar.
Tá George W. Bush tók við sum forseti í 2001, fekk hann sær tað sum meginreglu, at forsetin skuldi fylgja tilmælinum frá løgmálaráðnum. Frá 2001 til 2008 avgreiddi hann 1.918 mál um grið til fangar, og tá hann fór úr Hvítu Húsunum, hevði hann givið 189 fangum grið. Av teimum vóru 176 hvítir.
Barack Obama, forseti, hevur higartil givið 22 fongslaðum brotsmonnum grið, og av teimum eru 20 hvítir. Sostatt eru hagtølini í hansara forsetatíð á leið tey somu sum í tíðini hjá Bush.
Munur á viðgerð
Pro Publica sigur, at í fleiri førum hevur tað víst seg, at um ein hvítur og ein littur umsøkjari hava havt somu kriminellu lívsleið og framt somu brotsverk, so er tað tann hvíti, sum fær grið og ikki tann litti.
Eitt dømi: Ein svartur maður, sum hevði fingið fongsulsrevsing fyri at hava 1,1 gram av rúsevni. Hetta var hansara fyrsta brotsverk. Ein hvítur maður, sum var fongslaður fyri fjórðu ferð, hesaferð fyri at hava selt eitt kilo av rúsevni. Báðir søktu um grið, men bara tann hvíti fekk játtandi svar.
Vistu ikki húðalitin
Fyrrverandi embætisfólk hjá Bush-umsitingini, sum Pro Publica hevur tosað við, hava greitt frá, at forsetin fylgdi tilmælunum frá løgmálaráðnum í næstan øllum málunum, og tey vilja vera við, at forsetin visti ikki, hvønn húðalit teir einstøku fangarnir høvdu.
Tað fekk Pro Publica at venda sínari kanning ímóti teirri serligu umsóknarskrivstovuni í løgmálaráðnum. Tað er í roynd og veru hon, sum tekur tær flestu avgerðirnar, og har vita tey alt um tann einstaka umsøkjaran - eisini hvønn húðalit hann hevur.
Tjóðskapurin nógv at siga
Í 2007 bleiv tann serliga umsóknarskrivstovan rakt av einari gølu, tá tann táverandi leiðarin, Roger Adams, kom við nøkrum óhepnum orðum í sambandi við eina umsókn frá einum fanga, sum var føddur í Nigeria. Í skrivi til sínar medarbeiðarar skrivaði Adams, at "kanska ljóðar hetta rasistiskt, men eftir mínum tykki er hann so ærligur, sum vit kunnu vænta av einum úr Nigeria. Teir eru tíverri ikki serliga ærligir".
Orðini vaktu ans í teirri deildini, sum hevur eftirlit við arbeiðinum í løgmálaráðnum, og deildin bað Roger Adams um eina frágreiðing. Hann svaraði, at innflytarar úr Nigera "fremja fleiri brotsverk enn onnur fólk", og at tjóðskapurin hjá einum fanga hevur nógv at siga, tá umsóknir um grið verða mettar.
Pro Publica vísir í hesum viðfangi á, at í 2008 setti deildin, sum viðger umsóknir frá fangum um grið, fyri fyrstu ferð ein svartan løgfrøðing í starv.
Umstríddar avgerðir
Hjá teimum politisku flokkunum í USA og hjá teimum einstøku valevnunum er tað umráðandi at fáa sum mest av valstríðnum fíggjað við gávum frá privatfólki og fyritøkum. Kanningin hjá Pro Publica avdúkar, at 200 kongresslimir hava verið í sambandi við ta serligu umsóknarskrivstovuna hjá løgmálaráðnum, og at teir høvdu arbeitt við umsóknum, meðan tær vóru til viðgerðar har.
Í fleiri førum hava avgerðir hjá skiftandi forsetum um at veita fangum grið elvt til kjak. Eitt nú stóðu bæði Bill Clinton og George W. Bush fyri skotum, tí teir játtaðu umsóknum frá fangum, sum vóru dømdir fyri fíggjarlig brotsverk, men sum eftir øllum at døma fingu grið, tí teir ella teirra næstu høvdu hjálpt ávikavist demokratunum og republikanarunum við valpengum.
(Keldur: Washington Post/Aftenposten)