Tað er burturvið at halda, at tað er gott fyri børn, sum hava tað torført, at fara í skúla eitt ár fyrr.
Tað sigur Guðrun Eysturlíð, pedagogiskur ráðgevari í Tórshavnar Kommunu við heimasíðuna hjá Pedagogfelagnum.
- Tað er akkurát øvugt, sigur hon
Hon skilir ikki, hví fleiri kommunur eru so altráar eftir at seta forskúlar á stovn.
Forskúlar tykjast at vera skrumblaðir ígjøgnum uttan fakliga vegleiðing og fyrireiking, og uttan at hugt verður at kanningum og gransking á økinum, sigur hon.
- Eg eri bangin fyri, at alt kommunalpolitiska tosið um forskúlar, snýr seg um politisk prestisjuprosjekt, har politikarar annaðhvørt taka avgerð uttan nakra vitan, ella ímóti betri vitan, sigur hon.
Øll gransking, hon veit um, staðfestir, at fyri fakligu førleikarnar hjá børnum ger tað hvørki frá ella til, um barnið er byrjað í skúlanum seks ára gamalt ella sjey ára gamalt - ella um tað hevur verið í einum meira skúlalíknandi tilboði, áðrenn tað fer í skúla, sum til dømis forskúla.
Hinvegin staðfestir gransking, at fá børn eru farin ov seint í skúla, men nógv børn farin ov tíðliga í skúla, og tað við serstakliga óhepnum avleiðingum.
Kanningar hava eisini víst, at ein faktorur, sum vigar tungt hjá børnum við innlæringartrupulleikum, er aldurin.
Talan er í mongum førum um børn sum eru farin í skúla lítil.
Eldri børn eru meiri búgvin og hjá teimum er tað lættari at tillaga seg sosialt og persónligt og tað hevur sjálvsagt avgerandi týdning fyri trivnaðin og læringina hjá børnunum.
- Ítøkiliga vísir granskingin, at forskúlabørn og børn, sum eru farin í skúla sum sjey ára gomul, eru akkurát líka væl fyri fakliga sum 12-13 ára gomul, sigur Guðrun Eysturlíð við heimasíðuna hjá Pedagogfelagnum.
Hon sigur, at tað enntá eru summir granskarar, sum tala fyri at útseta skúlaaldurin, heldur enn at framskunda hann.
Myndin er tilvildarlig.