Jústinus Leivsson Eidesgaard
justinus@post.olivant.fo
--------------------------------------------
Í Degi og Viku hóskvøldið fingu vit borgarar at vita, at fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg nú er tikin inn í hitan aftur soleiðis partvís, og hann er settur sum formaður í týdningarmestu nevd løgtingsins, fíggjarnevndin.
Hesin seinasti leikurin í fólkaræðinum ger meg ikki minni undrandi.
Hvussu ber tað til, at ein maður, sum sambært formonnum sambands, javnaðar og tjóðveldisflokksins er so óálítandi, at hann ikki kann brúkast til nakran sess í landsstýrinum, nú knappliga verður settur til formann fyri nevndini sum skal gera øll uppskot um fíggjarviðurskifti borðbær, áðrenn tey verða løgd fyri tingið?
Og hetta hendur við vælsignilsi frá sambandsflokkinum og javnaðarflokkinum, hvørs formenn valkvøldið dømdu Anfinn at vera so óálítandi, at hann kundi ikki brúkast til nakað sum helst í landsins leiðslu.
Tá eg sum borgari slett ikki forstandi hetta, so hava tit sum flokksformenn eitt forkláringsproblem mótivegis mær, og eg haldi tað er tykkara skylda at sissa meg og kanska sannføra meg um alt er rætt allíkavæl og í fínasta ordan í samfeldari fordragiligheit. Eg spyrji ikki formann Tjóðveldisflokksins, tí hann er líka sum settur út av spælinum í leikinum um at taka Anfinn inn aftur í hitan.
Óreglusemi Anfinns varð uppdagað og rættað. Tað kostaði ikki samfelagnum eitt oyra. Tað bleiv ongantíð til eitt rættarmál og tí ber ikki til at tosa um tað sum eitt revsimál nú langt eftir at málið er fyrnað og ongan møguleika hevur at vera roynt í rættinum. Fjølmiðlarnir eru ikki dómsvald og skulu heldur ikki vera tað í einum fólkaræði.
Nú situr landsstýrismaður, hvørs vinnulívsroyndir hava kostað okkum skattgjaldarum 73 milliónir krónur og har er ongin trupulleiki við áliti. Tað er líka sum tann lítla milliónin hjá Anfinni fánar burtur samanborið, hóast tær 73 milliónirnar heldur ikki eru eitt revsimál, líka so lítið sum Anfinnsa mál í dag er eitt revsimál.
Eg trúgvi, at allur trupulleikin í hesum máli er misbrúk av orðinum álit ella vantandi fatan av orðinum álit. Talan er nógv meira um taktik og tað áttu tit flokksformenn at fortalt okkum. Taktiskt gjøgnumskygni eigur eisini at fevna um borgaran, tí dómurin yvir Anfinn varð ikki sagdur í tinginum, hann varð sagdur alment í almenna sjónvarpinum valkvøldið, beint eftir at vit sum veljarar høvdu havt orðið. Tit tóku avgerðir frammanfyri opnum skermi um lagnu Anfinns í formannsrunduni og so áttu tit sum tøkk fyri stuðul veljarans at greitt frá hvat í veruliga lá aftanfyri hesa avgerð. Tað hevði verið heiðurligari.
Var eg løgmaður, so hevði eg heldur ikki viljað havt løgmannin tey seinastu seks árini sitandi í sama landsstýrið, uttan mun til hvussu væl umtóktur hann var millum fólk. Tað er vanligt, at tá nýggjur skipari kemur umborð á skip, so flytir undanfarni skipari seg í land og skuldi hann framvegis verið á brúnni sum stýrimaður, so er ongin ivi um at tann nýggi skiparin sum ræður. Tað er ein erlig søk. Nýtt landsstýrið við tveimum nýggjum flokkum beinleiðis úr gomlu andstøðuni, teir hava meiriluta og teir vilja bestemma, og tí er tað óheppið at hava gamla løgmannskiparan við. Ongin hevði kent tykkum vondar fyri tað.
Nú skal eg ikki gera meira av um hetta mál. Takkið Ábraham Mikladal fyri seinasta svarið. Eg veit hvussu samfelagið riggar, og eg veit, at ein landsstýrismaður kann gera meira skaða enn ein tingmaður eitt stutt skifti, tí hann hevur nakrar heimildir, sum tingmaðurin ikki hevur. Men hann kann ikki gera skaða leingi, so verður hann tveittur út í seinasta enda av tinginum, um løgmaður ikki finnir út av tí. Mær tørvar ikki fleiri forkláringar um stýrisskipannarlógina, tingskipanina og vallógina, tí hvør sigur tær eru rættar, tá hesir ósvaraðu spurningar framvegis blíva við at mala í høvdinum á mær sum borgari.
Onkur hevur sagt við meg, at ein landsstýrismaður verður ikki valdur beinleiðis av fólkinum, hann kann gerast vandamiklari og tí mugu aðrar reglur galda fyri hann enn fyri ein beinleiðis fólkavaldan. Men hendan argumentatiónin heldur heldur ikki heilt. Tí sterkari menn enn ein landsstýrismaður verða valdir beinleiðis av fólkinum. Amerikanarar skulu velja forseta í november í heyst og russar tilbúgva seg til tað sama. Og her er tað fólkið íð velur, og hesir menn hava nógv størri heimildir enn ein landsstýrismaður.
Eg eri stadigvæk ørkymlaður. Er Anfinn Kallsberg egnaður sum fíggjarnevndarformaður, og tað er hann við stuðli frá sambands og javnaðarflokkinum, so er hann eisini egnaður at sita í landsstýrinum og tí áttu hesir báðir ikki at nýtt orðið vantandi álit, tá teir boðaðu frá, at teir ikki ynsktu Anfinn í nýggja landsstýrið valkvøldið.
At teir vildu mannað landsstýrið við nýggjum kustum var ein erlig søk einsamøll, henni nýttist ikki at ballast inn i fjákut misvísandi orðasnildni. Var einki álit á Anfinni valkvøldið, so átti heldur einki álit at verið á honum eftir 1993 og her hevur onkur sovið í tímanum í tinginumfyri nógva løn.
Lat okkum nú hoyra veruligu forkláringina upp á hví Anfinn, sum klokkureinur sigursharri í Norðoyggjum, bleiv diskvalifiseraður sum landsstýrismannaevni longu valkvøldið. Demokratiið fekk ein løst hetta kvøldið og tað kenni eg nokk so óhugnaligt.