Tað eru profilar í føroyska samfelagnum, sum bæði hava skrivað og myndprýtt Tað eru fólkini handan landskenda handilin Leikalund í Klaksvík, ið hava tikið stig til blaðið, í ógvuliga passandi hevur fingið navnið, Leikar í Lund.
Blaðið er 60 síður við eini rúgvu av lýsingum og fleiri greinum, har alt ber á mentanarliga bógvin.
Blaðið er eisini ætlað sum heiðursrit til Klaksvíkar kommunu, nú hon í 2008 hevur hátíðarhildið 100 ára føðingardag sín.
Greinaskrivararnir eru kendir føroyingar: Pál Weihe, Hans Andrias Sølvará, Malan Marnersdóttir, Anker Eli Petersen og Alex Sólstein, fyri bert at nevna nakrar.
Tann, sum hevur myndprýtt bókina er ikki minni kendur, tí tað er ongin annar enn Edward Fuglø.
Blaðið fæst til keyps í sølubúðum ymsastaðni í landinum