Forvitnisligt bókatiltak: Tónleikur og prát við Lív og Trygva

Fríggjakvøldið 28. november verður eitt heldur øðrvísi tiltak í Williamshúsi á Varðagøtu í Havn.

Tey bæði Lív Maria Róadóttir Jæger og Trygvi Danielsen hava júst útgivið tvær bøkur við stuttum heitum, men nógvum innihaldi: BÓK og hey :).

 

Hetta kvøldið undir Varða verður upplestur, tónleikur og bókaprát við Beini Bergssyni sum samrøðustýrara.

 

Tey bæði Lív og Trygvi fara eisini at framføra íklødd sínum pseudonymum – SUPERVISJÓN og Silvurdrongur – við tónleikaligum undirspæli frá ávikavist Lassa Thorning Jæger og Torleiki Mortensen. 

 

Tiltakið kostar 100 krónur, og tær spildurnýggju bøkurnar vera sjálvsagt til sølu.

 

Plássið er avmarkað, einans 40 atgongumerki - og tey kunnu keypast HER.

 

Tað byrjar klokkan 20 og varir einar tveir tímar og er sum sagt í Williamshúsi á Varðagøtu í Havn. 

 

OY stuðlar tiltakinum við onkrum svalandi.

 

BÓK

 

Í nýggja yrkingasavninum BÓK eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger, eru 54 yrkingar um, hvussu menniskju sansa og fata heimin. Her hitta vit "tey", sum gjøgnum speglingar og felags roynir at fáa fatur á einum lívi, ið bæði kennist vera mist og umskapandi. Yrkingarnar flyta seg millum tað kropsliga, tað náttúrliga og tað sálarliga – gjøgnum kropp, náttúru, iva, fyrigeving, seksualitet og sambond.

 

hey :)

 

Nýggja bókin hjá Trygva Danielsen brýtur upp úr nýggjum. Bókin telur 900 síður, ið eru uppsettar í talgildum kjatt-formati og siga søguna um ein ungan mann, sum roynir at fáa samband við sín gamla vinmann umvegis netborið kjatt. Bókin snýr seg eisini um heimsins undirgang. Hetta evnið verður granskað úr øllum møguligum sjónarmiðum; geologiskum, søguligum, mýtologiskum, religiøsum og so framvegis.