Fostøkurtøkulóg í Oklahoma: Læknar kunnu fáa 10 ára fongsul

Um guvernnørurin í Oklahoma góðkennir eina nýggja lóg um fosturtøku, kunnu tey ið fremja fosturtøku revsast við upp til 10 ára fongsul.

 

Undir viðtøkuni av eini nýggjar fosturtøkulóg í Umboðsmannatinginum í Oklahoma í gjár vóru mótmæli uttan fyri bygningin. - Foto: Sean Murphy/Ritzau Scanpix

Fólkavald í amerikanska statinum Oklahoma samtyktu í gjár eina lóg, sum ger fosturtøku stórt sæð ólógliga í statinum.

Bara um fosturtøka er neyðug fyri at bjarga lívinum hjá mammuni, kann tað vera lógligt at fremja fosturtøku.

Tann persónur, sum fremur fosturtøku, kann við nýggju lógini verða revsaður við upp til 10 ára fongsli eins og eina bót upp á 100.000 dollarar, sum svarar til umleið 670.000 krónur.

Nú vantar bert ein undirskrift frá republikanska guvernørinum í Oklahoma, Kevin Stitt, til lógin kann setast í gildi í summar, um ikki hon verður forðað av einum dómstóli.

Kevin Stitt hevur áður stuðla strangari fosturtøkureglum. Sambæert ABC News hevur hann sagt, at hann fer at skriva undir lógir ímóti fosturtøku, sum koma á hansara skrivaraborð.

Tað var Umboðsmannatingið í Oklahoma, sum í gjár atkvøddi fyri nýggju lógini við 70 atkvøðum ímóti 14. Áður hevur lógin verið í senatinum í statinum.

– Hesar skaðiligu lógir eru ein alarmerandi áminning um, at dagarnir við atgongd til trygga og lógliga fosturtøku kanska eru taldir, sigur Tamya Cox-Toure, stjóri í felagnum fyri sivil frælsisrættindi í Oklahoma, American Civil Liberties Union of Oklahoma.

Gongdin í Oklahoma kemur í kjalarvørrinum av, at fleiri aðrir statir undir republikanskari leiðslu hava samtykt strangari fosturtøkureglur.

Í Texas eru stórt sæð allir formar fyri fosturtøku bannaðir eftir sættu viku viðgongutíð. Samstundis er fosturtøka heldur ikki loyvd, um talan er um fosturtøku ella siðamisbrot.

Í Mississippi er ein lóg samtykt, sum bannar fosturtøku eftir 15. viku í viðgongutíðini.

Tann lógin er nú løgd fyri amerikanska hægstarætt, sum skal taka støðu til, um Mississippi skal sleppa at varðveita lógina.

Staturin hevur biðið teir níggju hægstarættardómararnar broyta tað sonevndu Roe ímóti Wade-avgerðina.

Tað er ein kollveltandi avgerðin frá 1973, sum tryggjar kvinnu rættin til fosturtøku. Um dómarar stuðla fosturtøkulógini hjá Mississippi, ferð avgerðin um at máa støðið undan Roe ímóti Wade, sum gevur møguleika til fosturtøku farm til 23. viku í viðgongutíðini.

/ritzau/Reuters

 

Undir viðtøkuni av eini nýggjar fosturtøkulóg í Umboðsmannatinginum í Oklahoma í gjár vóru mótmæli uttan fyri bygningin. - Foto: Sean Murphy/Ritzau Scanpix