Fosturtøkulógin endurskoðast

Í kjalarvørrinum á førda politikkinum tey síðstu árini, har mangar yvirtøkur eru framdar av ymiskum politiskum málsøkjum, er eisini komið kjak í um dagføring av ymiskum gomlum lógum; eitt nú rúsdrekkalógin og 266b. Eisini hevur endurskoðan av lógini um fosturtøku verið upp á tal

Í farnu viku hava vit júst hoyrt, at vit hava eitt met høgt tal av mammum, sum eru tannáringar. Hetta merkir møguliga, at tað ikki verða framdar so nógvar fosturtøkur, sum tað hevur verið. Tað kann sjálvsagt eisini bara merkja, at fleiri tannáringar ikki ansa sær so væl, sum teir hava gjørt. Men uttan mun til orsøkina av methøgum tannáringamammum, er tíðin komin til endurskoðan av fosturtøkulógini.

Av tí at fosturtøka er so persónligt og so grundleggjandi í okkara lívi, meini eg tað vera alneyðugt, at ein endurskoðan av fosturtøkulógini tekur støði í ynskinum og etisku sannføringini hjá Føroya fólki - møguliga við eini fólkaatkvøðu. Áðrenn ein slík lógarbroyting verður framd, er tað sera týdningarmikið, at kjakið verður greitt og reiðiligt, og at farið verður í dýpdina.

Til frama fyri einum vala kjaki, umhugsni og støðutakan, havi eg skrivað eina greinarøð (3 greinir) um hetta evni, við denti á avgerð og árin hjá tí einstaka persóninum - serstakliga kvinnuni - tí, sum áður sagt, er hetta sera persónligt. Greinirnar eru sostatt skrivaðar til tað meiniga fólkið - sjálvsagt eisini til politikararnar, men sum privat persónar fyrst av øllum og síðan sum politikarar.

Hetta er eitt evni, eg havi tosað við nógv fólk um tey síðstu árini, og er tískil ikki bert nakað eg havi hála upp úr hattinum síðstu dagarnar. Greinirnar fara at snúgva seg um tankar viðvíkjandi fosturtøku, sum eg, eftir bestu samvitsku og sannføring, meini er ein fyrilitarlig og virðilig viðgerð av einum evni, sum er av slíkum álvarsamum og etiskum slag.

Ætlanin er at fáa greinirnar í bløðini eina í senn og dag um dag. Eg veit, at hetta er eitt eldfimt evni, men eg vóni, at sakleiki, umhugsni, vísdómur og góður fólkaskikkur fer at mynda hetta kjak, sum er so umráðandi; annars er tað bert burturspilt tíð, orka og ómakur.