Fótbóltur í seks tímar

Fyrsta bríkslið í Effo-deildini verður klokkan 15 og tað síðsta klokkan 21 í kvøld

Tólvta umfar í Effo-deildini er á skránni í dag. Skráin sigur, at hetta man vera ein tann longsti dagurin yvirhøvur í bestu fótbóltsdeildini. Tveir dystir eru á skránni klokkan 15, ein klokkan 17.15, ein klokkan 18 og ein klokkan 19.

Toppur og botnur bresta saman, tá ið Skála í kvøld fær vitjan av B36. Grannauppgerð millum B68 og NSÍ verður á Svangaskarði í kvøld, klokkan 15 fær KÍ vitjan av ÍF og HB av EB/Streymi, og klokkan 17.15 fær AB høvi at royna enn eina ferð at vinna fulla úrtøku ímóti Víkingi. Tá ið hesi bæði liðini hittust í Gøtu í fyrsta umfari, vann AB 2-0.

Veðrið er skiftandi í dag. Í morgun skein sólin oman og niður. So var tað nógva staðni svart í mjørka, men nú klárar í aftur.

Fótbóltslíkindini vera góð seinnapartin og í kvøld. Hitin verður upp í 13 stig. Tað verður turt, og lotið av eystri og landsynningi verður um fýra metrar um sekundið.

 

12. umfar í dag:

KÍ-ÍF: Lars Müller kl. 15.00

B68-NSÍ: Petur Reinert kl. 19.00

Skála-B36: Eiler Rasmussen kl. 18.00

HB-EB/Streymur: Páll Augustinussen kl. 15.00

AB-Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 17.15

 

Støðan undan 12. umfari

B36 27

HB 25

NSÍ 17

EB/Streymur 16

Víkingur 16

ÍF 13

KÍ 13

B68 9

AB 8

Skála 5