?Fakfelagssamstarvið átalar, at politiski myndugleikin leggur upp til lønarsteðg. Ein lønarsteðgur merkir í realitetinum ein lønarniðurskurð, tí prísirnir standa ikki í stað.
Á privata arbeiðsmarknaðinum vunnu feløgini limunum lønarhækking við samráðingunum herfyri. Tað skulu vit sjálvandi eisini hava. Vit selja okkara arbeiðsmegi eins og allir aðrir løntakarar.
Fyri fáum mánaðum síðani varð kanning løgd fram, ið vísir at Føroyar er dýrasta landið í Europa at liva í. Hetta ger, at nógv húski longu hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman.
Limir okkara fáa ikki okursløn. Tvørturímóti er talan í flestu førum um vanlig lág- og miðallønt starvsfólk, stórur partur kvinnur, so sum sjúkrarøktarfrøðingar, skrivstovufólk, lærarar, arbeiðsfólk, hjálparfólk og pedagogar.
Í uppskotinum til fíggjarlóg eru fleiri inntriv, sum raka limir okkara meint. M.a. økt oljuavgjald, hægri barsilsgjald og lækkandi rentustuðul. Eisini eru príshækkingar á streymi fráboðaðar. Hesi inntriv føra í sær sjálvum til eitt beinleiðis reallønarfall.
Føroyar eru frammanundan ikki kappingarførar við lønarlagið í grannalondunum, og hetta er helst longu nú medvirkandi orsøk til, at fólk aftra seg við at búseta seg í Føroyum. Við verandi gongd er vandi fyri, at fleiri familjur stinga í sekkin vegna vána livikor.
Alment hava samgongulimir hótt við, at lønarhækkingar viðføra uppsagnir. Tað eru ikki fakfeløgini, sum smíða fíggjarlógina ella seta og siga fólki úr starvi. Vera fólk fyri tí vanlagnu at verða uppsøgd, er tað politiski viljin, og hann verður framdur, óansæð úrslitið av samráðingunum.
Tað er eisini eina og aleina ein politisk avgerð, at undirskotið á fíggjarlógini skal niðurlagast so skjótt, sum stungið verður út í kortið nú. Vit taka ikki ábyrgdina av førda politikkinum og góðtaka ikki, at sparingar verða turkaðar av upp á okkum.
”Vit krevja nakað og vit fáa nakað”!
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
?Føroya Lærarafelag?
Føroya Pedagogfelag?
Havnar Arbeiðskvinnufelag?
Starvsmannafelagið