Frá Dreymi til veruleika

Í dag klokkan 16 skipar Norðurlandahúsið fyri almennum fyrilestri og paneli í Útvaprs Høllini, kallaður »Frá Dreymi til veruleika«.

 

Í dag klokkan 16 skipar Norðurlandahúsið fyri almennum fyrilestri og paneli í Útvaprs Høllini, kallaður »Frá Dreymi til veruleika«.

Fyrilesturin er ætlaður teimum, sum ynskja at koma víðari innan tónleik og tónleikavinnuna.

Í Panelinum verða: Hans Otto Bisgaard, sjónvarpsmaður, Stefan Fryland og Lennarth Backman, plátuframleiðarar, Lars Mortensen, Jelling Festivalen, Peter Møller Madsen, Nibe-Festivalen, Uffe Christensen, Musikummælari í Jyllands Posten, Erik Jensen, Musikummælari í Politiken, Torben Kruse, Frá Dansk Musikerforbund og Jeppe Nissen, Fajabefa.

Pallboðrsluttakarnir fáa umleið 10 minuttir hvør, og síðan verður orðaskifti um, hvat tú sum tónleikari eigur at leggja dent á fyri at t.d. ynskir at liva av tónleikinum.

Orðstýrari verður Petur Mohr Reinert.