Frá forvitni til islam

Abbi hansara var deknur á Húsum. Omma hansara plagdi at lesa bíblusøgur fyri honum. Og hann gekk javnan í kirkju. Men nú er tann kristni Jens Hendrik Djurhuus blivin til muslimin Omar Djurhuus. Les søguna hjá honum her

Orð: Eydna Skaale
Myndir: Ólavur J. Hansen

Í 1994 flutti Jens Hendrik Djurhuus til Danmarkar við familjuni. Kreppan fekk nógv húski at pakka saman, og familjan Djurhuus var millum teirra, sum stungu í sekkin og fluttu av landinum.
Tey kendu ongan, tá tey komu niður, og tí mátti tann tá 13 ára gamli Jens Hendrik finna sær ein nýggjan vinarskara.
- Eftir at hava búð í Danmark í umleið eitt ár, kom eg at kenna ein drong, sum var muslimur. Eg var heima hjá teimum, og eg var rættiliga yvirraskaður av tí, eg upplivdi har.
- Har vóru myndir av Mekka á vegginum, og mamman lá á einum teppi og bað. Eg var ungur og forvitin, og eg byrjaði at spyrja tey um, hvat hetta var fyri nakað. Tey svaraðu mínum spurningum, og soleiðis byrjaði eg at fáa áhuga fyri islam.

Islam var rætta trúgvin
Omar, sum Jens Hendrik nú kallar seg, greiðir frá, at religiónin altíð hevur verið ein partur av honum.
- Abbi mín á Húsum var deknur, og tá eg var har og ferðaðist, læs omma bíbilsøgur fyri mær, og eg var við abba í kirkju. So hetta við trúgv og religiøsum søgum var ikki fjart fyri mær, greiðir hann frá.
Í fyrstuni lá ikki meiri í tí enn reint forvitni. Men sum hann gjørdist eldri, fór hann at lesa meiri um Islam.
- Eg studeraði tað væl og setti meg inn í tingini. Eg fór at samanbera Bíbliuna og Koranina, eg læs eina rúgvu av bókmentum um evnið, og eg granskaði søguna.
Stóra broytingin hendi, tá Jens Hendrik fann eina bók, sum æt: "What did Jesus really say?", sum Misha'al ibn Abdullah hevur skrivað.
Tað er ein bók, sum samanber Koranina og Bíbliuna.
- Tá byrjaðu spurningar at reisa seg um Jesus veruliga var sonur Guds, ella um hann mundi vera ein profetur.
Eftir at hava sett seg væl inn í tingini og lisið stakkavís av bókum, kom Jens Hendrik til ta niðurstøðu, at Islam var rætta trúgvin fyri hann.

Gjørdist muslimur
Tá hann var sannførdur um, at bara ein Gud er til, at hóast Jesus hevði stóran týdning fyri heimin og islam, so var hann tó "bara" ein profetur, og at Muhammed var guds seinasti profetur, konverteraði hann. Tað var ringt fyri tey, hann kendi, tá hann brádliga segði teimum, at hann nú var vorðin muslimur.
- Serliga fyri familjuna, sum einki ánaði um mín vaksandi áhuga fyri religiónini, var tað torført. Tey vóru øgiliga yvirraskað og reageraðu rættiliga harðliga, tí tey vistu einki um mín áhuga.
- Eg haldi, at tað, sum eisini gjørdi tað so ringt, var, at tey einki kendu til islam. Tað, sum fólk vita, stavar í stóran mun úr donsku miðlunum, og tað er ikki tann vakrasta myndin, ið verður málað har.
- Muslimar hava ikki gott orð á sær, og tí vóru tey kedd. Tey kendu einki uttan hesa skeiklaðu myndina, sum miðlarnir so leingi hava víst. Og tað, sum man ikki kennir, tað ræðist man ofta, greiðir Omar frá.
Hann sigur, at tey vóru full av fordómum frá miðlunum, og at tey vóru bangin fyri, at hann var komin inn í eina sekt av onkrum slagi. Hann setti seg tí niður við familjuni og greiddi teimum gjølla frá síni sannføring, og hvat islam merkti fyri hann. So við og við skiltu tey hann betri.
- Eg royni ikki at sannføra tey um at konvertera eisini. Tað ber ikki til at sannføra nakran, sum ikki sjálvur vil trúgva. Men eg royni at vera ein góð fyrimynd við míni lívsførslu, greiðir Omar frá.

Frá Jens Hendriki til Omar
- Í okkara familju hava vit altíð lagt dent á nøvn. Eg æt Jens Hendrik eftir abba mínum, pápi mín æt Jens Kristian eftir abba sínum, og soleiðis hevur tað verið í nógv ættarlið. Men eg eri av tí hugsan, at fólk eru einstaklingar og eiga at ráða sjálvi. Eg varð drigin inn í eina navnatraditión, sum eg ikki sjálvur hevði valt. Tað gjørdist mín skylda at bera eitt navn víðari, sum eg ikki kendi var ein partur av mær, greiðir Omar frá.
Hann er sannførdur um, at trúgvin ikki bert eigur at fylla ein part av lívinum. Tað eigur at vera allur samleikin.
- Eg kendi meg ikki ordiliga, sum ein fullkomnan muslim, so leingi, sum eg æt Jens Hendrik. Eg vildi slíta ordiliga frá kristindóminum, men navnið sat líkasum eftir, hóast eg hevði broytt mína lívsleið. Tí skifti eg navn.
Omar leggur dent á, at tað ikki er neyðugt ella tvungið at skifta navn, tá tú konverterar til Islam, men tað var eitt val, hann persónliga tók.
- Eg valdi eitt navn, sum hóskaði væl til mín. Omar var fylgisveinurin hjá Muhammed, og søgan um hann er ótrúliga flott. Hann gjørdist ikki muslimur, fyrr enn hann var 30 ár, og áðrenn tað jagstraði tey trúgvandi.
Omar greiðir frá, at hann kendi seg aftur í søguni, tí hann eisini sjálvur var vaksin, tá hann konverteraði.
- Var tað ringt fyri familjuna, tá eg segði, at eg var blivin muslimur, so var tað uppaftur verri, tá eg knappliga skifti navn. Tey søgdu øll, at tey ætlaðu at halda fram við at kalla meg Jens Hendrik, sum eg altíð hevði itið, óansæð, um eg hevði skift navn.
Hann greiddi teimum so frá sínum sjónarmiði, at hann vildi kenna seg sum ein heilan muslim, og at hann sjálvur hevði rætt til at gera av, hvussu hann vildi eita.

Allur samleikin
Omar greiðir frá, at Islam nú er hansara samleiki. Tað merkir eisini, at nógvir gamlir vanar eru lagdir á hillina. Millum annað etur hann ikki svínakjøt, og hann heldur seg frá øllum rúsandi evnum.
- Tað eru sjálvandi nøkur ting, sum eg má vera fyriuttan, og sum eg kanska kann sakna av og á. Tað eru jú nógv ting, sum eru góð, lekkur og hugnalig her og nú. Men Paradís er endastatiónin, og tað er har, eg havi mítt fokus. Eg havi fingið so ótrúliga nógv við míni trúgv, og tí harmist eg ikki um tað, eg havi mist.
Omar greiðir frá, at hann misti nakrar vinir, tá hann brádliga gavst við gomlum vanum, sum at drekka alkohol.
- Tað vóru nakrir vinir, sum ikki kláraðu, at eg broyttist so radikalt. Men hóast eg ikki prædiki fyri teimum, so vil eg til dømis ikki hava, at teir drekka alkohol, tá teir eru saman við mær. Tað er vegurin til alt ringt, og tað er altíð ein avleiðing av at drekka. Antin kroppslig ella við tí, tú gert, tá tú ert rúsaður.
Samrøðuevnini, sum Omar tímur at tosa um nú, eru eisini rættiliga nógv broytt.
- Eg kann ikki tosa um tað sama longur, og hugurin er heldur ikki til tað. Nú vil eg hava djúpari samrøður, sum handla um tað, sum er varandi. Eg tími ikki longur at nýta mína tíð til at tosa um bilar og annað, sum forferst, greiðir hann frá.

Fordómar
Tað kemur meiri enn so fyri, at Omar merkir fordómarnar móti Islam.
- Tá eg hitti nýggj fólk, kunnu vit gott fella í gott prát, men tá tey spyrja meg, hvussu eg eiti, og eg so svari, at eg eiti Omar, so taka tey seg eitt sindur aftur.
- Summi spyrja, um eg eri muslimur ella hvat, og tá eg svari ja, so er tað ofta týðiligt, at myndin, tey hava av mær, broytist.
Omar heldur, at islam verður sett í samband við myrka húð og brún eygu, og danir hava ótrúliga ilt við, at fólk, sum eru ljós í húðini og hava ljós eygu, siga seg vera muslimar.

Kristni versus Islam
- Tað eru nógvar líkheitir millum Bíbliuna og Koranina. Umleið 80% av søgunum í Koranini eru eisini í Bíbliuni. Jesus er nevndur í Koranini, og Muhammed tosar bara gott um Jesus, har aðrir trúðarrætningar kanska ikki hava serliga gott eyga á Jesusi og hansara undurverkum. Koranin tosar eisini væl um Mariu, og m.a. verður greitt frá, at Heilagi Andin blásti lív í Mariu, soleiðis, at hon gjørdist við barn og átti Jesus.
Men tað eru tó ikki bara søgur úr Bíbliuni, sum síggjast aftur í Koranini. Dømi eru eisini um tað øvugta.
- Muhammed er til dømis nevndur í Bíblinuni, tí bæði Esaias, Móses og Jesus sjálvur tosa um, at Muhammes skal koma í heimin, men hetta eru tað ikki mong, sum vita av.
Men hóast tað er nógv, sum líkist, so eru tað eisini nøkur avgerandi frábrigdi millum tær báðar religiøsu skriftirnar. Sambært Omari er størsti munurin á kristindómi og islam, at tey ikki trúgva, at Jesus er Gud.
- Vit trúgva ikki, at tað er neyðugt hjá Gudi at hava eina slíka plan B, har hann sjálvur er noyddur at gerast menniskja, fyri at bjarga eini keðiligari støðu.
- Gud er tann einasti Gudurin, sum er, hann er tann fyrsti og tann síðsti, og tað er ikki neyðugt hjá honum at koma niður á jørðina. Tí um hann vil broyta nøkur ting, so broytir hann tey. Skal hann tosa við menniksjuni á jørðini, hevur hann profetar, sum eru hansara talurør.

Tey kristnu eru dovin
Hóast Omar nú hevur lagt tann kristna Jens Hendrik handan seg, so hevur hann tó einki ímóti kristnum.
- Men eg haldi, at kristnu føroyingarnir kanska áttu at hugt eitt sindur longri út í heim. Eg eri sannførdur um, at fólk eiga at lesa, granska og seta sær sjálvum spurningar av og á. Á sama hátt, sum fólk venja og eta sunt, fyri at halda likamið í form, so eiga fólk at lesa og seta sær sjálvum avbjóðingar, fyri at halda høvdið í form.
Omar heldur, at nógv av teimum kristnu ongantíð hava samanborið teirra trúgv við nakað annað. Tey svølgja alt rátt, sum miðlarnir siga, og gera sær ikki ómak at kanna nakað sjálvi.
- Eg havi nærlisið alt, eg havi funnið, um islam. Men eg havi eisini lisið sera nógv um kristindómin. Og um eg skal koma við einum ynski, so hevði tað verið, at tey kristnu eisini settu seg inn í islam.
- Eg vil ikki royna at umvenda fólk, men tað hevði verið gott, um fordómarnir kundu verið lagdir til síðis eina tíð, soleiðis, at fólk kundu varnast, at islam møguliga kundi verið sannleikin.


------

Faktaboks:
Navn: Omar Djurhuus
Fyrrverandi navn: Jens Hendrik Djurhuus
29 ár
Úr Tórshavn
Búsitandi á Frederiksberg í Keypmannahavn
Giftur Jasmin El’ Mansuri, 32 ár úr Jordan.
Vermamman er úr Palestina og verpápin úr Jordan. Tey komu til Danmarkar í 1973
Eigur eina dóttur, Maryam, sum er trý ár, umframt eitt barn á veg
Er sjálvstøðugur teppihandlari, við handlinum "Tæppefokus"
Konverteraði frá kristindómi til islam í 2002