Frægasta loysnin er at fáa eina nýggja samgongu

Hendir einki nú, fara Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi í spønir, heldur stjórnmálafrøðingur

Tá ið nú ávísir javnaðartingmenn ikki tola at sita við ábyrgd, er best at loysa teir úr ábyrgdini. Soleiðis tekur Rógvi Nybo, stjórnmálafrøðingur, til á Facebok.

 

Hann hevur ongar vónir um, at Javnaðarflokkurin verður við til at bera eina fiskivinnunýskipan ígjøgnum Løgtingið, tí sama hvussu langt samgongan bakkar, fara javnaðarmenn at bara bakka enn longur fyri at leypa undan. Hann heldur nevniliga, at Javnaðarflokkurin er so spjaddur, at hann í roynd og veru ikki er stjórnarberandi longur.

 

Tí heldur hann, at arbeiðið at gera eina nýggja fiskivinnuskipan má byrja heilt av nýggjum, og tað eigur at vera beinanvegin.

 

Og stjórnmálafrøðingurin heur eisini eitt djarvt boð upp á, hvussu kreppan kann loysast. Hann heldur nevniliga, at ein heilt óvanlig samgonga ímillum Sambandsflokkin, Sjálvstýri, Tjóðveldi og Framsókn, er tann einasta, ið kundi klára at gjørt eina nýggja fiskivinnuskipan, sum allir partar kunnu samst um.

 

Rógvi Nybo sigur, at hetta er tann einasta samgonga, ið sleppur undan revolvarapolitikkinum hjá javnaðarmonnum – og Sonju Jógvansdóttir.

 

Og ein slík BDEF samgonga er eisini tann einasta ið sleppur undan teimum 18 krøvunum, Miðflokkurin hevur sett um fosturtøku, stjórnarskipanina, samkynt hjúnalag, og annað, fyri at vera við í eini samgongu. Og hon sleppur eisini undan Fólkaflokkinum, ið avgjørdur hevur víst týðandi táttum í fiskivinnuskipanini frá sær.

 

Rogvi Nybo heldur eisini, at hesir fýra flokkarnir kundu samst um eina nýggja pensjónsskipan.

 

–Eg haldi, at ein nýggj BDEF samgonga, er kanska tann einasta, sum kann bera eina fiskivinnunýskipan, og eina pensjónsnýskipan, ígjøgnum, heldur Rógvi Nybo.

 

Stjórnmálafrøðingurin heldur, at í roynd og veru hava Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, hvørki hug, ella ráð, til eitt nýval beint nú, og tí mugu aðrar loysnir á finnast fyri at fáa eina nýggja fiskivinnuskipan og eina pensjónsskipan, eisini óvanligar loysnir.

 

Serliga umstrítt hevði tað verið at skipa eina samgongu ímillum Sambandsflokkin og Tjóðveldi. Tað er roynt einaferð áður, tað var eftir løgtingsvalið í 1990, men tað kom Tjóðveldi ógvuliga illa burtur úr, tí flokkurin misti teir tingsessir og fekk bara fýra tingmenn. Tað tað vóru mong sum hildu, at hetta var revsingin frá veljaranum fyri at hann var farin í samgongu ið Sambandsflokkin.

 

Men Rógvi Nýbo heldur, at Tjóðveldi hevur alt at missa í hesum føri, og tað hevur Javnaðarflokkurin eisini.

 

– Verður løgtingsval uttan at hesi bæði stórmálini eru loyst, hava teir í roynd og veru ongi úrslit at vísa á, og so hevði tað verið eitt satt skrædl hjá teimum kortini, og báðir flokkarnir hødu farið í spønir, heldur hann.

 

Vinnur ongurin hjá Aksel  Johannesen, fer Javnaðarflokkurin at missa allan útjaðaran, men vinnur vongurin hjá Kristin Michelsen, Bjarna Hammer og kanska Jónleif Johannesen, missur flokkurin alt miðstaðarøki.

 

Hann heldur eisini, at Tjóðveldi kundi sloppið snikkaleys burtur úr eini samgongu við Sambandsflokkin, men so skal veljarin verða sannførdur um, at hetta eru so átrokandi mál, at tey mugu loysast, og so má spurningurin um loysing og samband parkerast til eina aðru ferð.

 

– Tað verður prísurin fyri at eina slíkari samgongu. Men spurningurin er um tað meiri átrokandi at fáa eina nýggja fiskivinnuskipan, og eina pensjónsskipan, nú, ella at fáa fleiri yirtøkur beint nú. Og tað væntar hann, at tað hevði veljarin hjá Tjóðveldi góðtikið.

 

Sambandsflokkurin hevur havt eina praktiska støðu til fiskivinnunýskipanina og hevur boðað frá, at hann eru samdur við samgonguna um 90 prosent av henni. Kynstrið hevði so verið at funnið semju um hini 10 prosentini eisini, saman ið Sjálvstýri og Framsókn, heldur Rógvi Nybo.