Hann hevur nevniliga alla sína tíð spælt í tveimum pørum av hosum. Einum stuttum og einum langum.
- Tað er skít býtt, men soleiðis er tað bara. Snedugt at blíva spurdur um, sigur Jacob Jónsson, og váttar, at hosurnar eru pátrúgv.
- Eg royndi tað einaferð, og síðani hevur spælið bara rigga. Og so nyttar tað ikki at gevast við tí, sigur Jacob. Hann leggur afturat, at hann ger tað sama við skónum.
- Eg keypi skógvar, sum eru eitt nummar minni, enn tað eg passi, og so mugu teir bara finna útav at passa til mín. Eg havi eisini eitt handklæði. Tað er í steypakappingini, at eg bara brúki eitt Coca Cola handklæði, og eg royni altíð at nýta tað elsta fyrst, sigur venjarin hjá steypavinnarunum úr Neistanum.
Meira um fríggjadag 13. í Vikuskiftis Sosialinum.
Eru aðrar góðar søgur um fríggjadag 13. kunnu tær sendast til portalin.