Fríhandilssáttmáli við Japan í eygsjón

Japansk sendinevnd vitjaði í Føroyum í síðstu viku

Søguliga sæð hevur lítið samband verið millum Føroyar og Japan, men tað tykist at broytast nú. Arbeiðið hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum at knýta nærri handilslig bond við Japan heldur nevniliga fram og í síðstu viku var ein japansk sendinevnd á vitjan í Føroyum.


Uttanríkis- og Vinnumálaráðið upplýsir á heimasíðuni uvmr.fo, at fleiri fundir hava í seinastuni verið millum føroyskar og japanskar myndugleikar í sambandi við arbeiðið at gera fríhandilssáttmála millum Japan og Føroyar.


- Tann fyrsti var í Tokyo í juni og nú stóð Havnin fyri tørni. Umboð fyri Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Taks og Hagstovuna tóku lut frá føroyskari síðu, upplýsir Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.


Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, verður endurgivin fyri at siga, at vilji er til staðar at fáa málið skjótt avgreitt.


- Enn eru formligu samráðingarnar ikki byrjaðar, men fyrireikingarnar ganga væl og báðir partar eru samdir um, at vit eiga at bera skjótt at við at fáa ein fríhandilssáttmála millum Japan og Føroyar,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.


Upplýst verður, at næsti fundur millum partarnar verður væntandi í Tokyo í heyst.