Sóljugøta, Havn: Tað var rættiligur valfepur í heiminum hjá Jenisi.
Tað, sum ein limur í familjuni er upptikin av, er familjan eisini upptikin av.
Alt valkvøldið høvdu hann og familjan fylgt við uppteljingini heima við hús. Skiftandi gleðisróp og harmaljóð hava helst ljóðað í stovuni, har sjónvarpið var tendrað.
Uppteljingin var ikki beinanvegin til frama fyri Jenis. Allar forsøgnirnar og gongdin kring landið vístu, at Miðflokkurin fór bert at fáa tveir mans – av hesum var Jenis ikki taldur við.
Fyri hann persónliga og flokkin hevði tað verið ein stórur ósigur, um formaðurin í flokkinum ikki varð valdur.
Tá so seinasta valstaðið varð gjørt upp, hevði hann kortini fingið so nógvar atkvøður at hann framvegis kann kalla seg tingmann.
- Hetta vóru bestu tíðindini, eg havi fingið leingi, sigur hann í Norðurlandahúsinum.
Eitt øgiligt kvøld
Heima í Sóljugøtu var alt gjørt klárt til at hátíðarhalda enn ein valsigur hjá Miðflokkinum.
Konan hevði dekkað upp, smyrjibreyðið klárt, fínt stell sett fram og dúkur á borðinum. Nú vantaðu bert teir fegnu gestirnir.
Klokkan er 22:58 og Jenis gongur óttafullur í stovuni og í gongini, fer onkutíð upp á loftið har tveir synir hansara sita og lurta eftir uppteljingini. Ein triði sonur er í trúboðaratænastu í Noregi og fylgir við valinum umvegis alnetið.
Hjartað á pápa teirra leikar í, pulsurin er høgur og spenningurin er til at føla og merkja.
Sum uppteljingin stendur beint nú, kann hann hereftir kalla seg fyrrverandi tingmann. Flokkurin fær bert tveir mans til valið.
Allar forsøgnirnar og veljarakanningarnar høvdu annars víst, at flokkurin fór at fáa rættiliga stóra framgongd, men tá uppteljingin byrjaði var kortini ikki líkt til, at framgongdin var eins stór og væntað.
- Puha, hetta verður eitt øgiligt kvøld, sigur hann, tá umborð fyri Sosialin og Rás 2 koma á gátt.
Klokkan er 23:01 og uppteljingin hevur enn einki broytt. Bara Karstin og Bill koma inn.
16 ørkymlaðir mánaðir
Samrøðan við umboðini fyri tíðindatænastuna fer beinleiðis út til lurtararnar á Rás 2.
- Eg fegnist um, at flokkurin hevur havt framgongd. Men best hevði verið um vit fingu tann triðja mannin, sigur Jenis, rættiliga spentur á málinum.
Hann er greiður um, at hansara politiska lív er í vanda. Sjálvur hevur hann sína frágreiðing um, hví so er:
Nógva og negativa umrøðan hann hevur fingið í einum ávísum máli, og sum ein endalig avgerð ikki er fingin á enn.
- Ja, teir seinastu 16 mánaðirnir hava verið ræðuligir fyri meg, slær hann tungliga fast.
Í valhølunum verða atkvøðurnar taldar, men Jenis veit enn ikki úrslitið av teirri endaligu uppteljingini.
Tað er ikki lætt at liva við, at formaðurin í einum flokki er fallin. Serliga ikki, tá flokkurin hevði eina sera stóra framgongd.
Heima við hús
Jenis hevur ikki verið í Norðurlandahúsinum hetta kvøldið.
Onnur umboð fyri flokkin hava umboðað hann við floksborðini, har umboðini fyri fjølmiðlarnar ganga so trúliga fyri at fregnast um úrslitið og fáa viðmerkingar.
- Nei, eg vildi ikki fara oman í Norðurlandahúsið, fyrrenn endaliga úrslitið var greitt, sigur Jenis.
Eins og aðrir politikkarar, sum hava bíðað eftir úrslitinum, hevur hann hildið seg heima inntil nú.
- Men eg fari oman so skjótt sum eg eri liðugur at tosa við tykkum!, endar hann samrøðuna við Elin Winther Poulsen frá Rás 2.
Klokkan er 23:07 og enn er einki broytt í uppteljingini.
Umboðini fyri tíðindatænastuna takka fyri seg, og fara út í gongina. Har stendur eitt fat á tremur við breyði við skerpikjøti.
- Hygg, fái tykkum eitt breyðstykki við góðum kjøti við á leiðini. Eg skal fara eftir saltinum, sigur Jenis.
Skal tað enda við fest ella sorg heima við hús? Alt stendur opið í hesi løtu.
Góð boð
Klokkan er nú 23:09 og Jenis er framvegis fyrrverandi tingmaður.
Hann hevur annars hoyrt frá álítandi keldu fyrr um kvøldið, at hann fór at verða valdur. Men fólksins dómur tyktist vera øðrvísi.
Tungliga sigur hann farvæl við umboðini fyri tíðindatænastuna. Spell, at tað ikki riggaði hesaferð.
Umboðini fyri tíðindatænastuna fara út í bilin, men hann er ikki meiri enn startaður, tá hann kemur rennandi út til bilin.
Hóast tað er glerstoytt á vegnum leggur hann einki í tað. Stórleypandi kemur hann yvir móti bilinum við fartelefonini í hondini.
Hann hevur okkurt átrokandi at siga við okkum:
- Bíðið. Bíðið. Eg havi akkurát fingið at vita at eg varð valdur!, sigur hann ovur-ovurfegin á málinum.
- Ja, nú kann eg ikki bara fara oman í Norðurlandahúsið. Nú kann eg renna oman!
Sama lagna
So himmalsfeginfer hann í Norðurlandahúsið. Tað eru bert fáir hundrað metrar oman hagar.
Við sínum stóra sjarmerandi smíli kemur hann inn í gongina. Uttanfyri hevur hann møtt einum heldur syrgnum javnaðarmanni, sum hevði verið undir somu umstøðum sum hann:
Hesin hevði væntað at vera valdur, men uppteljingin vísti ikki tað sama.
Hesin seinni fór syrgin burtur og niðan á Hotel Føroyar, meðan Jenis fór glaður inn til gleðina og stórfingnu móttøkuna í Norðurlandahúsinum.
Seinni vísti tað seg, at hesin seinni eisini varð valdur á ting.
Av sonnum: Harmur og gleði í felag tey reika!