Dagfinn Olsen
Osvald og Eyðleyg Hansen eru tvey teirra, ið við eldhuga hava verið við í Dansifrøi, síðani felagsskapurin byrjaði. Sosialurin hevur hitt tey bæði, umframt Erling Jørgensen og ein av yngru limunum, Joan Bláfoss, til eitt prát.
Kagar ein í minnisritið, ið Erhard Jacobsen skrivaði í 1997, tá Dansifrøi hevði 25 ár á baki, so fæst varhugi av, at hetta er ein long, rúgvusmikil og sera spennandi søga. Avgjørt lesnaður til teirra, ið hava áhuga í at kanna søguna og smálutir nærri. Tey eiga at lesa hesar 63 síðurnar, ið minnisritið fevnir um. Í blaðgreinarøð, sum hesi, má gerast eitt sindur skjótari av.
Bæði Osvald og Eyðleyg Hansen leggja dent á, at tað var ? og er ? áhugin fyri dansinum, ið drívur verkið. Av fyrstan tíð eisini hugurin fyri at læra okkurt nýtt. Eisini var spennandi at síggja áhugan hjá teimum, ið dansaðu tá og nevna tey her m.o. Andreu Árting.
Spírin til felagsskapin, ið seinni fekk navnið Dansifrøi, varð sáddur longu í 1970-71, tá Rhoda Rubeksen skipaði fyri dansiskeiði. Her vórðu lunnar lagdir undir tað, ið seinni gjørdist Dansifrøi.
Kagar ein í minnisritið, so sæst, at leitast kann aftur til Bakar Hansen, ella longur. Áhugavert er at lesa frágreiðingina um søgu dansins í Føroyum. Fyrsti føroyingur, ið var útbúgvin dansilærari, var Ninna Thomsen (f. Nielsen) úr Havn. Hon giftist seinni til Tvøroyrar. Stuttligt er at nevna, at dóttur hennara eitur Anna Kirstin Steinø, og er hon í dag kend og vird sum dansilærari.
Marna Nielsen úr Havn var eisini útbúgvin dansilærari og skipaði fyri frálæru. Rhoda Rubeksen er tó hon, sum seinastu árini hevur gjørt mest við at fáa lív í aftur gomlu dansirnar. Hon fór í 1946 til Danmarkar at læra til fimleikalærarindu og lærdi har eisini dans. Hon hevði sum smágentu gingið hjá Ninnu Thomsen og hjá Sofus Rasmussen, ið hevði frálæru í Tórshøll. Hetta var undir seinna heimsbardaga. Vit skriva so 1948 og Rhoda skipar heimafturkomin fyri gentufimleiki. Heitt verður á hana um at hava framsýning í samband við søluframsýning og heldur hon vera stuttligari við dansiframsýning, enn við fimleiki.
Í fimtiárunum hevði GHM dans í sjónleikarhúsinum fyri eldri fólk, ið dugdu gomlu dansirnar. Ein skuldi duga, fyri at sleppa við, og tí heittu nøkur á Rhodu um at skipa fyri frálæru. Seinast í sekstiárunum metti Rhoda, at tað var spell, at tilkomin ikki høvdu eitt stað at fara, høvdu tey hug at dansa. Tá var nærum bert diskotek, ið var fyri tey ungu.
Eitt kvøldið í 1970 ger hon ikki mætari, enn at hon ringir til Hotel Føroyar og biður um at leiga høli á hotelinum, so hon kundi skipa fyri dansiundirvísing. Í oktober í 1970 stóð lýsing í bløðunum og dansiskeið í gomlu dansunum var henda veturin. Komandi árini skipaði hon eisini fyri skeiðum og Rhoda og maðurin Marius vóru m.a. í Skotlandi á dansiskeiði har.
Frøin gerst felag
? Í 1970-71 skipaði Rhoda Rubeksen fyri fyri dansiskeiði. Helga Klein leikti klaver, greiðir Eyðleyg Hansen frá og minnist hetta sum ein góðan vetur.
Eftir skeiðið henda veturin komu tey saman fyri at seta punktum. Tá kom hugsanin um at stovna eitt felag.
Ein fyribilsnevnd við 4 fólkum varð vald. Eyðleyg hevði á munni, hví einki konufólk var við. Og so kom hon sjálv í nevndina.
Síðani høvdu tey fyrireikandi fund við uppskoti um lóg og slíkum. Tann 25. januar í 1972 var stovnandi aðalfundur á Hotel Føroyum á Kongabrúnni. Sofus Rubeksen setti fundin, har 45 fólk vóru við. Lógaruppskotið varð samtykt og í fyrstu nevndina komu Sofus Rubeksen, formaður, Poul Danielsen, næstformaður, Jørgen Rubeksen, skrivari, Eyðleyg Hansen, kassameistari og Janus Sørensen, nevndarlimur.
Nevndin hevði einki uppskot til navn felagsins. Okkurt uppskot kom, men avgjørt var at goyma hetta mál. Limaskapur kostaði 20 krónur hálvárið. Góð undirtøka var beinavegin og limatalið lá um 100.
Osvald arbeiddi saman við Ásvør, systir Rhodu. Sóknast var eftir fólki at koma við og Osvald dansar enn í dag.
? Nú er enntá komið fram, at tað er gott fyri heilsuna at dansa,leggur hann skemtiliga afturat, men dylir ikki, at sosiala samveran hevur stóran týdning.
Skipað varð fyri hugnakvøldum og dansi. Tey góvust altíð tíðliga. Kostnaðurin fyru luttøku var 10 krónur. Tey høvdu bond og plátur og eisini leikti Helga Klein klaver. Til framsýningar leikti GHM.
Enn í dag minnast tey aftur á tíðina og hølini á Kongabrúnni við gleði og meta hesi, sum bestu hølini, ið felagið hevur havt.
Felagið enn navnleyst
So hendi tað, at tey skuldu til Klaksvíkar at dansa. Men felagið hevði einki navn og farast kundi ikki við ongum navni. Fleiri uppskot komu, men Dansifrøi var samtykt. M.a. var mett, at navnið skuldi vera ?breitt?.
70 fólk fóru avstað við Pride til Klaksvíkar at dansa tann 15. apríl. Á skránni á dansiframsýningini í Klaksvík vóru 20 dansir. Eyðleyg, Osvald og Erling nevna t.d. Rheinlendara polka, Les Lanciers,Wienerkreutz og Skottish.
Og síðani gekk slag í slag. Felagið skipaði fyri ymsum,t.d. kaffi kvøldum og grýluveitslum. Hesar duttu tó niðurfyri í 1995.
Gamla Hotel Føroyar flutti av Kongabrúnni. Eftir hetta hevur Dansifrøi húsast í Losjuni, Kommunuskúlanum og í Hoydølum. Bæði veitslur og undirvísing eru nú í Hoydølum. Mong góð veitslan er at minnast á við sangi, røðum og dansi. Eisini liggja mangir sangir eftir, ið yrktir eru til ymsu høvini.
? Tá undirvísingin gavst, minkaði uppmøtingin, men ikki limatalið, sigur Eyðleyg. Byrjað var ikki aftur við undirvísing, fyrr enn síðst í áttatiárunum. Í 1995 varð barnadansurin tikin uppaftur.
? Nógv stuttligt er at minnast á, siga Osvald og Eyðleyg og nevna við sjónligari gleði, tá tey dansaðu til Føroya Symfoniorkestur til eina nýggjárskonsert miðskeiðis í 90?num.
(framhald komandi leygardag)