Lars Olsen hevur úttikið 23 spælarar til fyrsta dystin í nýggju HM-undankappingini, ið fer av bakkastokki um góðar tvær vikur, tá Ungarn vitjar á Tórsvølli. Og millum teir útvaldu er Fróði Benjaminsen
Les eisini: Her er landsliðið til dystin móti Ungarn
- Tað er nemmari sagt enn gjørt, at gevast við fótbóltinum. Orðini eigur Fróði Benjaminsen, sum nú aftur er partur av føroyska A-landsliðnum.
- Tá eg í fjør boðaði frá, at eg fór at gevast á landsliðnum, var tað eisini veruliga ætlanin. Eg havi spælt 86 landsdystir, og helt tá, og tað haldi eg enn, at eg hevði gjørt mína skyldu á landsliðnum. Men tað, sum skuldi gerast mín seinasti landsdystur, bleiv ikki ordiliga tað, sum eg hevði droymt um. So tá Lars Olsen spurdi, um eg hevði hug at koma aftur, valdi eg at taka av. Eg føli meg væl fyri, og tað hevur sum heild gingið væl í hesum kappingarárinum, sigur Fróði Benjaminsen við FSF.fo
Fróði Benjaminsen hevur ikki sett venjaranum nøkur krøv um, at hann skal spæla, nú hann er við aftur á landsliðnum.
- Nei, tað havi eg als ikki. Eg ætli mær at stríðast fyri mínum plássi, eins og allir hinir í hópinum, og so verður tað upp til Lars og Jóannes, um eg sleppi á vøllin. Men mín innsatsur skal í øllum føri ikki liggja eftir, sigur Fróði Benjaminsen við heimasíðuna hjá FSF.
Føroyar spæla móti Ungarn 6. septembur á Tórsvølli.