ÍSLAND
Fróði Benjaminsen skoraði einasta málið hjá Fram, tá ið høvuðsstaðarfelagið var í Hafnafirði. Har var úrslitið 4-1. FH legði seg framum 2-0, áðrenn Fram svaraði aftur. Tað restaði ein hálvur tími, tá ið Fróði Benjaminsen minkaði um munin. Næstu lítlu løtuna var um reppið, at Fram kom afturíaftur. Teir sendu í stólpan. So fór FH í mótálop og skoraði, og í síðstu løtu skoraðu teir aftur, soleiðis at úrslitið gjørdist 4-1.
Hans Fróði Hansen var allar 90 minuttirnar í miðverjuni hjá Fram, meðan Fróði Benjaminsen varð skiftur út í 2. hálvleiki.
Stóri maðurin hjá heimaliðnum var enn eina ferð Allan Borgvardt. Danski álopsmaðurin, sum ikki slapp framat í superliguni, hevur rættuliga gjørt um seg í bestu íslendsku deildini. Hesa ferð skoraði hann trý av teimum fýra FC málunum. Hann er toppskjútti í Íslandi.
Í síðsta umfarinum, sum verður spælt næsta sunnudag, skal FH norður til Akureyrar. Um tað eydnast FH at fáa eitt stig, so fara teir at vinna fyrsta meistaraheitið nakrantíð.
Fram stríðist í hinum endanum. Undan síðsta umfarinum eru tað trý feløg, sum stríðast um at sleppa undan tveimum niðurflytingar plássum. Hini eru KA og Víkingur.
KA var í Reykjavík, har teir taptu 2-1 ímóti meistaraliðnum tvey tey seinastu árini, KR. Eingin hevur roknað við møguleikanum, at KR høvuðsstaðarliðið skuldi flyta niður. Men tann møguleikin hevur spøkt inntil síðsta sunnudag, tá ið KR við sigrinum á KA tryggjaði sær rættin næsta ár at spæla í bestu deildini.
Víkingur hevði vitjan av ÍA. Upp undir vikuskiftið var eitt sindur av iva um, um Julian Johnsson fór at verða førur fyri at spæla við. Hann hevði fingið ein løst í landsdystinum ímóti Fraklandi. Julian var á liðnum hjá ÍA, og teir vunnu 4-1. Harvið eru vánirnar hampuliga góðar fyri bronsuplássinum og harvið rættinum aftur næsta ár at spæla við í UEFA Cup.
Mótstøðan hjá ÍA verður stór í síðsta umfarinum. Einasta liðið, sum framvegis hevur møguleika at taka fremsta plássið frá FH, er ÍBV, og teir skulu næsta sunnudag spæla á Akranesi. ÍBV hevði í næstsíðsta umfarinum á Heymey vitjan av Fylki. Gestirnir vóru frammanfyri við einum máli, tá ið dysturin var hálvrunnin. Í 2. hálvleiki hevði ÍBV vindin undan. Tá skoraðu teir trý mál. Fingrarnir vóru ikki lagdir ímillum, sum tað plagar at verða tikið til. Tólv ferðir var dómarin í lummanum eftir kortum. Eina ferð var liturin reyður. Tað hevði við sær, at gestirnir tað mesta av seinna umfarinum vóru undirmannaðir.
Grindavík vitjaði grannarnar í Keflavík. Tað eydnaðist Grindavík at vinna 4-3, eftir at liðini høvdu skiftst um at vera omaná. Við sigrinum tryggjaði Grindavík sær eitt ár afturat í bestu deildini.
Nógv tos hevur seinastu vikuna verið í íslendsku fjølmiðlunum um, at málverjin hjá Grindavík hevði sagt upp. Talan er um Albert Sævarsson, sum í fjør var málverji hjá B68. Hann heldur seg vera snýttan fyri løn og boðaði í síðst viku frá, at hann vildi ikki spæla aftur, fyrrenn hann hevði fingið tað, sum hann helt seg eiga á. Felagið sigur seg ikki hava snýtt málverjan fyri nakað, og teir siga seg halda lítið um, at ein av teirra egnu, sum er uppvaksin í felagnum og sum við undantaki av árinum í Føroyum bara hevur spælt í Grindavík, hótti við at leypa frá, tá ið mest um galt.